Fótbóltur

Ongland og Frakland vóru sannførandi

Giroud setti met, og Mbappé var í hopla, tá heimsmeistararnir sendu Pólland út. Ongland vann 3-0 annan dystin á rað og skal spæla móti Fraklandi næsta vikuskiftið.

Mbappé er HM-toppskjútti við fimm málum (Mynd: EPA)

Mbappé er HM-toppskjútti við fimm málum (Mynd: EPA)

2022-12-04 21:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fótbóltsáhugaði kunnu seta ein stóran kross í kalendaran til leygarkvøldið 10. desember. Klokkan 19 (føroyska tíð) leygarkvøldið fara Ongland og Frakland á leikvøllin í Al Kohr, har eitt HM-hálvfinalupláss er uppá spæl.

Liðini vóru greiðir favorittar til dystin og gjørdu eisini sína skyldu. Oliver Giroud fór framvið Thierry Henry á listanum yvir mest skorandi spælararnar á franska landsliðnum nakrantíð, tá hann legði Frakland á odda stutt móti Póllandi. Tað var Kylian Mbappé, ið legði upp, og hann skein í seinna hálvleiki við tveimum málum - tað seinna var ein perla - og er nú toppskjútti í endaspælinum við fimm málum. Robert Lewandowski fekk seinasta orðið við einum brotssparki í sínum helst seinasta HM-dysti nakrantíð.

Ongland stríðist fyri at fáa tað heim, í dag eydnaðist at basa Senegal við nøkrum góðum málum. Fyrst skoraði Jordan Henderson, ið heldur óvæntað byrjaði inni á sentrala miðvøllinum, og beint fyri hálvleik økti Harry Kane við sínum fyrsta máli í endaspælinum. Í báðum førum spældi ungi Jude Bellingham ein stóran leiklut. Phil Foden, ið aftur hesuferð byrjaði inni, legði upp til sítt seinna mál í 57. minutti, tá Bukayo Saka setti punktum.

Heimsmeistararnir og EM silvurvinnararnir síggja væl út og skulu nú hugsavna seg um brakið, sum verður um seks dagar.

HM-áttandapartsfinalur

Í dag, sunnudag 4. desember

Frakland - Pólland 3-1 (1-0)
Ongland - Senegal 3-0 (2-0)


Í morgin, Mánadagin 05.12: 
15.00: Japan - Kroatia 
19.00: Brasil - Suður Korea

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder