Fótbóltur

Ongland skal spæla tveir dystir uttan áskoðarar

Verður revsað fyri áskoðaraófrið undir EM-finaluni í summar.

EM-finalan varð spæld á Wembley í London 11. juli (Mynd: EPA)

EM-finalan varð spæld á Wembley í London 11. juli (Mynd: EPA)

2021-10-19 07:29 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Bretska fótbóltssambandið sleppur ikki at hava áskoðarar til teir báðar fyrstu heimadystirnar í Nations League kappingini, sum landsliðið skal spæla komandi ár. Tað skrivar The Guardian.

Harumframt fær The FA eina bót á 100.000 evrur.

Revsingin verður givin fyri nógv umrøddu EM-finaluna á Wembley í juli mánaða, tá eitt stórt tal av enskum áskoðarum troðkaðu seg inn á leikvøllin uttan at hava atgongumerki.

Evropeiska fótbóltssamgongan, Uefa, skrivar, at revsingin verður latin fyri “vantandi skil og stýring á og rundan um leikvøllin”.

- Hóast vit eru vónbrotin yvir dómin, so viðurkenna vit avgerðina hjá Uefa, skrivar enska fótbóltssambandið í tíðindaskrivi.

Heimadystirnir, har Ongland skal spæla uttan áskoðarar, verða í juni mánaða komandi. Enn er óvist, hvørjum spælast skal ímóti.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder