
Vit taptu 1½-2½. Rógvi Egilstoft vann eitt rættiligt álopsstalv á triðja borði. Yngri bróðirin helt javnvágina á fyrsta borði móti sterkasta íslendinginum. Men tíverri vórðu bæði Luitjen og Martin við undirlutan við svarta fólkinum.
EM - 7. umfar, Batumi
Føroyar - Ísland 1½ - 2½
IM Høgni Egilstoft Nielsen 2389 - GM Vignir Vatnar Stefansson 2506 ½-½
Luitjen A. Apol 2318 - GM Guðmundur Kjartansson 2422 0-1
Rógvi Egilstoft 2304 - IM Dagur Ragnarsson 2385 1-0
Martin Poulsen 2276 - GM Hannes Stefansson 2408 0-1
Móti Portugal í dag
Í dag telva Føroyar móti Portugal, sum er styrkismett heldur ovari enn Føroyar. Skulu vit fáa eitt kærkomið dystarstig aftrat - t.v.s. ein javnleik - krevst eitt dygdargott heildaravrik. Allir fýra mugu telva lýtaleyst.
Tað hevur fyrr borið til móti Portugal. Í OL 1998 vunnu Føroyar óvæntað stórsigur. John Rødgaard, John Arni Nilssen, Rógvi W. Rasmussen og Flóvin Tór Næs tryggjaðu okkum ta ferðina ein sera flottan 3½-½ sigur á Portugal.
Portugisar hava hægri styrkitøl á øllum borðum, so ein javnleikur hevði í dag verið nøktandi.
EM - 8. umfar, Batumi
Føroyar - Portugal
IM Høgni Egilstoft Nielsen 2389 - IM Andre V. Sousa 2433
Luitjen A. Apol 2318 - Jose Barria 2376
Rógvi Egilstoft 2304 - Bruno Martins 2363
Martin Poulsen 2276 - IM David Martins 2430
Talvsamband Føroya
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald