
Tað er ikki nakað Oyggjaleikasteyp, men um tað var, so høvdu Føroyar fingið hetta handað til endahátíðina á Kirkwall.
Føroyski oyggjaleikahópurin hevur samanlagt 95 heiðursmerki við sær til Føroya. Hetta er tað mesta nakrantíð hjá Føroyar, og tað staðfestir eitt flott avrik seinastu vikuna.
Sí eisini: Besta úrsliti higartil: Føroyar vunnu oyggjaleikirnar
Nógv hava gjørt bart, og 41 gullheiðursmerki eru heili ellivu fleiri enn oyggin á 2. pláss: Jersey (30 gull)
Sí eisini: Fimleikurin vann 13 heiðursmerki á seinasta degnum og 15 gull samanlagt
Tvey ár eru til næstu Oyggjaleikirnir, men føroyingar skulu skjótt hyggja fram ímóti teimum - í mun til tað fyrisitingarliga og praktiskar fyrireikingar er tað langt síðani farið í gongd.
Føroyar skulu jú, fyri fyrstu ferð síðani 1989, hýsa leikunum. 14 ítróttargreinar og fleiri túsund gestir verða at síggja í juli 2027.
Sum eitt "súmbol" fyri hesum fingu føroyingar serstaka Oyggjaleikaflaggið við av Orknoyggjunum. Tað varð handað til endahátiðina fríggjakvøldið, og formaðurin í føroysku oyggjaleikanevndini, Teitur Samuelsen, fekk tað í hendurnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald