Fótbóltur

Páll: - At skora í Evropa er ótruliga stuttligt

Og stuttligt at vit hava so nógvar streingir at spæla uppá, sigur KÍ-málskjúttin eftir evropeiska sigurin. Vit hava gott tamarhald á og eru ógvuliga sterkir, staðfestir Páll Klettskarð.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2025-07-17 22:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann skoraði seinna málið hjá KÍ í kvøld, sum staðfesti enn ein KÍ-sigur. Hetta var eiftir gott hornasparksinnlegg hjá Árna Frederiksberg úr vinstru.

Páll Andrasson Klettskarð snittaði bóltin í finska málið til 2-0; hetta var 11. evropeiska málið hjá áleyparanum í evropeiskum dysti.

Hoyr hann seta orð á hetta og dystin omanfyri.

UEFA Conference League - 1. umfar
Seinnu dystirnir, hósdagin 17. juli
KÍ SJK 2-0 (0-0) samanlagt 4-1
61' Árni Frederiksberg (Jákup Biskopstø Andreasen) 1-0
73' Páll Andrasson Klettskarð (Árni Frederiksberg) 2-0

Sí eisini: KÍ og Árni gjørdu tað aftur

KÍ 5-4-1(3-4-3): Mark F. Jensen (31' Sebastian John) - Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Deni Pavlovic, Gaston Nicholas Tellechea, René Shaki Joensen - Árni Frederiksberg, Hallur Hansson, Jákup Biskopstø Andreasen, Patrik Johannesen (82' Mads Boe Mikkelsen) - Páll Andrasson Klettskarð (90+2' Filip Brattbakk)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder