
Tríggir evropeiskir heimadystir hjá KÍ og í øllum trimum hevur Páll Andrasson Klettskarð sligið til og skora fyri KÍ.
- Tað var eitt gott innlegg hjá Patriki, og eg skuldi bara seta fótin á. Vit hava nógvar streingir at spæla uppá, staðfestir nummar níggju.
35-ára gamli klaksvíkingurin hevur nú skorað 13 evropeiskt mál; bert eitt færri enn liðfelagin Árni Frederiksberg. Hann hevur nú eyguni á seinna dystinum, har KÍ "aftur skal avrika væl móti sterkum liði".
- Tað hevði sjálvandi verið stuttligt at skora móti spanskari mótstøðu í næsta umfarinum her, men eg skal fyrst royna at yvirføra hetta til á útivølli eisini: Vit hava jú ein ógvuliga torføran dyst í Ungarn í næstu viku, har vit skulu royna at gera arbeiði liðugt.
Páll Andrasson Klettskarð setur eisini orð á krútsterka KÍ-verjupartin, sum nú ikki hevur latið mál inn í fýra dystir á rað.
Neman Grodno sleppur ikki at spæla sínar evropeisku heimadystir í heimlandinum vegna hvítarussisku støðuna til Russlands-kríggið.
UEFA Europa Conference League 3. umfar - fyrri dysturin
Í dag, týsdagin 5. august á Tórsvølli
KÍ - Neman Grodno 2-0 (2-0)
26' René Shaki Joensen 1-0
45 (+1)' Páll Andrasson Klettskarð (Patrik Johannesen) 2-0
Áskoðaratal: 2.280
KÍ (5-4-1(3-4-3): Sebastian John - Jóannes Kalsø Danielsen, Odmar Færø, Deni Pavlovic, Gaston Tellechea, René Shaki Joensen -Árni Frederiksberg, Jákup Biskopstø Andreeasen, Hallur Hansson, Patrik Johannesen og Páll Andrasson Klettskarð
Í 2. hálvleiki komu hesir inn: Daniel Johansen, Mads Boe Mikkelsen, Filip Brattbakk, Gilli Rólantsson Sørensen og Claes Phillip Kronberg inn
Venjari: Magnus Powell
Áðrenn seinna dystin skal KÍ spæla landskappingardyst á Summarfestivalinum. Tað er B68, ið vitjar fríggjakvøldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald