Fótbóltur

Páll Klettskarð: Spæla dystin sum hann er

Oddabrak verður í Klaksvík í annakvøld, og liðformaðurin hjá KÍ metir, at hansara lið er væl fyri til uppgávuna móti HB.

Páll Klettskarð, her í nærdysti við Adrian Justinussen í fyrsta umfarið í Gundadali. Í annakvøld hittast hesir málskjúttarnir aftur
(Mynd: Jens Kr.Vang)

Páll Klettskarð, her í nærdysti við Adrian Justinussen í fyrsta umfarið í Gundadali. Í annakvøld hittast hesir málskjúttarnir aftur (Mynd: Jens Kr.Vang)

2018-08-09 10:39 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í Klaksvík eru fyrireikingar við Djúpumýru og umkring har í hásæti. Tað verður gjørt klárt til stórdystin á Summarfestivalinum, har KÍ og HB bresta saman í sonnum oddadysti.

KÍ er í einum sera góðum stima. Liðið hjá Mikkjal Thomassen hevur vunnið sejy dystir á rað, og bjóðar av álvara HB av í oddinum. Vit fingu orðið á liðformannin, Páll A. Klettskarð eftir venjingina í gjárkvøldið. Hann setti stutt orð á støðuna hjá KÍ, og hvussu teir síggja uppá dystin fríggjakvøldið:

- Vit eru væl fyri til dystin, sum vit ætla skal gerast ein dystur við høgari leikferð. Hetta er ein ørvísi uppgáva, í tann mun at tað verða fleiri áskoðarar enn vanligt. Men vit taka tað sum allar aðrar dystir, og spæla dystin sum hann er: vit  taka hann ikki sum meira enn tað

KÍ kann leggja seg framum HB við einum sigri í annaðkvøld. Men hóast talan er um ein umráðandi dyst, so slær Páll fast, at dysturin ikki avgerð FM-stríðið; óansæð úrslitið:

- Ein sigur til okkum vil merkja, at kappingin blívur uppaftur tættari. Men tað er ein triðingur eftir aftaná hendan dystin, so tað er íhvussu er einki avgjørt aftaná dystin í morgin, og hetta er ikki talan um eina “finalu”

KÍ vann í fyrsta umfarinum greitt á útivølli móti HB. Um hetta kann spæla inn, vil Páll Klettskarð einki siga um, men viðvíkjandi tí at KÍ hevur spælt í Evropa í summar og HB ikki; ja, so vísur 28-ára gamli áleyparin á, at tað ikki er greitt fyrrenn í morgin:   

- Teir hava so fingið hvíld hvat dystum viðvíkur í summar, og vit hava verið í gongd alla tíðina. Eg meti sum sagt, at vit eru væl fyri, men um tað er ein fyrimunur, tað fáa vit so at síggja.

Oddadysturin í Betri-deildini verður bríkslaður í gongd klokkan 18.00

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder