
Katowice, Pólland (Portalurin): Hann er úr Serbia, men hevur búð og virkað leingi í Føroyum.
Hann var sjálvur hondbóltsmálverji í fleiri feløgum og síðani hevur Dejan Lacok verið málverjuvenjari.
Savnsmynd: Jens Kr. Vang
Hann hevur millum annað sæð menningina hjá liðnum og soninum Aleksandar "Sasha" Lacok. Hetta hevur verið til ungdómsendaspæl fleiri summar á rað.
- Tað hevur verið stuttligt, og vit familjurnar eru blivnar tættar. Spælararnir hava eisini ment seg ógvuliga nógv, og tað er nógv at takka Hondbóltssambandinum fyri.
Í dag sá Dejan son sín verða dagsins spælara í einum HM-bronsudysti, sum Føroyar vunnu. Nakað sum erni pápin hevur ilt við at fata.
Hoyr prátið omanfyri.
Sí eisini: Sasha var besti maður í bronsudystinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald