Hann er fyri stuttum komin til eitt nýtt felag - Sandnes í bestu norsku deildini - men tað er longu greitt, at Pauli Jacobsen í summar skiftir felag aftur.
Sí eisini: Pauli Jacobsen skiftir til Svøríkis og Skövde í summar
Hetta verður fyri triðju ferð uppá eitt stórt ár, og talan verður um sjeynda felagið hjá 23-ára gamla hoyvíkinginum, sum fyri Portalinum ásannar, at honum tørvar størri støðufesti.
- Tað hevur verið umráðandi fyri meg at finna eitt stað, har eg kann trívast, og har teir hava eina greiða ætlan við mær. Hetta verður mítt sjeynda felag, so havi brúk fyri at fáa stabilitet í gerandisdagin fyri at kunna menna meg meira, sigur Pauli Jacobsen,
Liðformaðurin á landsliðnum stóð seg væl í EM-endaspælinum. Hann varð dagsins maður í søguliga sigrinum á Montenegro og hevði javnsett flest bjargingar í bólkaspælinum - saman við norska Torbjørn Bergerud.
![]()
Pauli Jacobsen fagnaður eftir at hann gjørdist dagsins spælari móti Montenegro (Mynd: Jóanis Albert Nielsen/JN)
Tá var longu greitt, at føroyski málverjin skuldi til botnliðið í Noreg. Men Skövde, sum kappast millum tey fremstu í Svøríki, hevur havt eyguni við Paula Jacobsen.
- Vit, sum fylgdu honum í EM fyrr í mánaðinum, vórðu nøgd og sera spent. Vit fáa ein atletiskan, ambitiøsan og dámdan persón við altjóða royndum hagar - og vit halda, at Pauli hóskar væl inn í hópin, sigur Robert Arrhenius, ítróttarstjóri í Skövde, í sambandi við sáttmálakunngeðina
Og Pauli hevur eina greiða ætlan:
- -Havi valt Skövde fyri at fáa regluliga spælitíð, spæla á einum stigi har eg kann ger mun og so vónandi hjálpa teimum við at spæla heilt í toppinum, staðfestir landsliðsliðformaðurin fyri Portalinum.
Tvey-ára sáttmáli er gjørdur millum partarnar.
Felagið liggur í løtuni nummar fýra í Svøríki - beint frammanfyri Sävehof og Ísak Vedelsbøl. IFK Skövde er endað nummar tvey ella í SM-hálvfinaluni fleiri av seinastu árunum og skal mest sannlíkt spæla evropeiskar dystir í heyst.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald