Hondbóltur

Pauli: - Trúgva uppá at vit kunnu vinna á øllum

Eg havi ikki beinleiðis nakran dreymabólk ella marrubólki til EM - vit taka tað sum tað kemur, sigur landsliðsliðformaðurin um lutakastið í morgin.

Pauli Jacobsen fegnast saman við Paula Mittún eftir sigurin á Ukraina sunnudagin. Nú kunnu

Pauli Jacobsen fegnast saman við Paula Mittún eftir sigurin á Ukraina sunnudagin. Nú kunnu "Paularnir" og hinir síggja fram ímóti einum spenanndi endaspæli (Mynd: Sverri Egholm)

2025-05-14 21:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

 - Tað hevur nógv at siga at vinna bólkin. Hetta vísur at vit kunnu spæla við ímóti teimum bestu í Evropa. Okkara botnstig hevur verið høgt, so tað undirstrikar, at vit menna okkum allatíð.

Soleiðis sigur Pauli Jacobsen um fyrsta plássið í EM-undanbólkinum. 22-ára gamli hoyvíkingurin hevur verið við til seinastu undankappingarnar, og málverjin er nú liðformaðurin. 

Persónliga hevur Pauli havt eina góða undankapping og hevur við felag sínum HØJ verið við at vunnið næstbestu donsku deildina hetta kappingarárið. Dagin fyri lutakastið staðfestir hann fyri Portalinum, at Føroyar ikki ræðast nakran. 

- Eg haldi ikki at eg havi nakran dreymabólk ella marrubólk. Vit taka tað, sum tað kemur og trúgva uppá at vit kunnu vinna á øllum.

Styrkisbólkar til EM-lutakastið:

Pottur 1: Frakland, Danmark, Svøríki, Týskland, Ungarn, Slovenia

Pottur 2: Portugal, Noreg, Ísand, Kroatia, Spania, Føroyar

Potttur 3: Eysturríki, Niðurlond, Montenegro, Kekkia, Pólland, Norður Makedónia

Pottur 4: Georgia, Serbia, Sveis, Rumenia, Ukraina, Italia

Tað vil siga, at Pauli Jacobsen ikki vil peika á nøkur serstøk lond. Tað er tó helst eingin ivi um, at føroyingar helst vilja sleppa undan Fraklandi úr ovasta styrkisbólki og kanska fáa Georgia ella Ukraina í niðasta styrkisbólki.

Í útgangsstøðinum burdu Føroyar spælt ein tættan dyst móti liðnum, sum koma úr potti trý. 

Man kann ikki trekkja eitt lið úr egna styrkisbólki. Tvey lond koma víðari úr hvørjum bólki.

Sí eisini: Føroyar standa við góðum kortum

Lutkastið um bólkabýti til EM-endaspælið í januar 2026 verður í morgin, hósdagin 15. mars klokkan 18. Til ber at fylgja við á Portalinum. Kringvarpið vísir lutakastið.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder