Hondbóltur

Pauli Høj verður at síggja í bestu norsku deildini

Vongurin, sum bankar uppá til landsliðið, hevur longt sáttmálan við Bergsøy. Pauli og felagið fluttu fyri stuttum upp.

Fyrsta kappingarárið í Norra eydnaðist ógvuliga væl, og Bergsøy, við føroyska vinstra vonginum tryggjaði sær í apríl uppflyting til bestu norsku deildina á fyrsta sinni (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Fyrsta kappingarárið í Norra eydnaðist ógvuliga væl, og Bergsøy, við føroyska vinstra vonginum tryggjaði sær í apríl uppflyting til bestu norsku deildina á fyrsta sinni (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-05-19 09:17 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Síðsta summar skifti Pauli Høj til Bergsøy IL - hann flutti úr Føroyum til Fosnavåg. Áðrenn tað hevði skjóti og fjølbroytti vinstri vongurin altíð spælt fyri Neistan.

Kappingarárið í Norra hevur eydnast ógvuliga væl, og Bergsøy tryggjaði sær í apríl uppflyting til bestu norsku deildina á fyrsta sinni.

Sí eisini: Pauli Høj og Bergsøy eru fluttir upp í bestu deildina

[object Object]
Pauli Høj í sigurssamrøðu eftir søguligu uppflytingina 

Hetta var við føroyinginum í stórum leikluti, og í gjárkvøldið kunngjørdi felagið, at hann heldur fram har:

- Mótstøðuliðið fáa marruna á vonginum næsta kappingarár eisini: Ferð, mál og kontramál í minst eitt kappingarár afturat: Pauli Høj hevur valt at leingja sáttmála sín við felagið.

Harvið verður aftur ein føroyingur at síggja í bestu norsku mansdeildini í 2026/2027, har Pauli Høj gevur gott grundarlag at flyta seg víðari.

23-ára gamli vongurin hevur eisini sínar dygdir sum verjuspælari, og í Golden League í fjør spældi Pauli sínar fyrstu A-landsdystir.

Nú Rói Berg Hansen takkar fyri seg eftir drúgva tænastu, er Pauli Høj eitt av bestu boðunum uppá ein, sum fer at fáa minuttir næstu árini.
placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder