Undir EM varð kunngjørt, at hann skifti úr HØJ til Sandnes í Noreg, har hoyvíkingurin skal hjálpa liðnum í niðurflytingarstríðnum.
Hesa flytingina kundi Portalurin fortelja um dagin eftir Montenegro-sigurin í Oslo - har var talan tó bert um sáttmála fyri hálvt ár
Sí eisini: Pauli Jacobsen skal eisini spæla í Noreg eftir EM-endaspælið
Nú er greitt, at Pauli Jacobsen í summar skal til svenskan hondbólt og IFK Skövde. Hetta hevur felagið júst kunngjørt á heimasíðu sínari.
Talan verður tá um fjórða felagið uppá eitt ár hjá føroyska landsliðsmálverjanum - og ta sjeynda samanlagt hjá Paula sum nú vil finna støðufesti í føstum kørmum:
- Tað hevur verið umráðandi fyri meg at finna eitt stað, har eg kann trívast, og har teir hava eina greiða ætlan við mær. Hetta verður mítt sjeynda felag, so havi brúk fyri at fáa stabilitet í gerandisdagin fyri at kunna menna meg meira, sigur hoyvíkingurin við Portalin.
![]()
Pauli Jacobsen fagnaður eftir at hann gjørdist dagsins spælari móti Montenegro (Mynd: Jóanis Albert Nielsen/JN)
23-ára gamli málverjin hevur gjørt tvey-ára sáttmála við felagið, sum í løtuni liggur nummar fýra í fremstu svensku deildini. Pauli Jacobsen vónar sjálvsagt at gera mun í svenska býnum, sum ikki er so langt frá Gøteborg.
-Havi valt Skövde fyri at fáa regluliga spælitíð, spæla á einum stigi har eg kann ger mun og so vónandi hjálpa teimum við at spæla heilt í toppinum, staðfestir landsliðsliðformaðurin fyri Portalinum.
Sum skillst hevur Skövde verið áhugað í Paula áður, og víst verður eisini hjá avrikið hjá føroyinginum í EM-endaspælinum herfyri, har hann hevði flestar bjargingar eftir bólkaspæli saman við norska Torbjørn Bergerud.
- Vit, sum fylgdu honum í EM fyrr í mánaðinum, vórðu nøgd og sera spent. Vit fáa ein atletiskan, ambitiøsan og dámdan persón við altjóða royndum hagar - og vit halda, at Pauli hóskar væl inn í hópin, sigur Robert Arrhenius, ítróttarstjóri í Skövde.
Felagið liggur í løtuni nummar fýra í Svøríki - beint frammanfyri Sävehof og Ísak Vedelsbøl. IFK Skövde er endað nummar tvey ella í SM-hálvfinaluni fleiri av seinastu árunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald