Hondbóltur

Pauli Jacobsen verður leigaður út fram til EM-endaspælið

Landsliðsliðformaðurin verður - í fyrstu syftu restina av 2025 - liðfelagi við fleiri aðrar hoyvíkingar í HC København. Frá í dag av fær málverjin dystir í næstbestu donsku deildini.

2025-11-08 10:25 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Pauli Jacobsen var við at fáa HØJ upp í bestu donsku deildina, men føroyski málverjin hevur spælt fáar minuttir í ár. Hetta hongur millum annað saman við, at stórsatsandi sælendska felagið hevur heintað týska Till Klimpke, sum hevur drúgvar Bundesliga-royndir og sum hevur spælt 19 A-landsdystir fyri Týskland.

Áhugi hevur verið fyri at leigað Paula Jacobsen, sum ikki var í HØJ-hópinum seinasta umfar, og nú er ein avtala komin í lag. 

HØJ hevur í morgun kunngjørt á Facebook-síðu sínari, at føroyski landsliðsmálverjin verður leigaður út - í fyrstu syftu til nýggjár. Gjørt verður greitt, at Pauli Jacobsen sjálvandi hevur ynskt meira spælitíð, og at eftirspurningur hevur verið eftir 23-ára gamla hoyvíkinginum.

HØJ hevur ikki kunngjørt, hvat felag talan er um, men Portalurin hevur fingið upplýst og staðfest, at talan er um HC København.

Liðið í næstbestu donsku deildini, sum fyrr hevði navnið FIF, hevur longu tríggjar føroyingar og hoyvíkingar á liðnum: Brøðurnir Jónas Gunnarson Djurhuus og Janus Dam Djurhuus og fyrsta val á vinstra vongi á landsliðnum, Leiv Mortensen.

[object Object]
Pauli Jacobsen hevur stórar uppgávur fyri framman við Føroyum - harvið er týdningarmikið, at hann spælir nógv nú (Mynd: Sverri Egholm)

Skal hjálpa við málverjutrupulleikum og fáa minuttir áðrenn EM - annar áhugi var

HC København hevur havt eitt tungt kappingarár og liggur næstniðast í næstbestu deildini við tveimum stigum fyri níggju dystir.

Sum skilst hava málverjarnir hjá HC København verið ein trupulleiki í ár, og har skal Pauli Jacobsen royna at gera veruligan mun. Samstundis fær landsliðsliðformaðurin virðismiklar minuttir áðrenn endaspælið í januar.

Sum skilst vóru onnur feløg uppi í leikinum, og eina løtu kundi tað bent á, at Pauli Jacobsen fór til eitt av fremstu liðunum aðrastaðni í Skandinavia, men hetta kom ikki uppá pláss kortini.

Avtalan millum HØJ og HC København er galdandi fyri seks dystir. Tann fyrsti verður í kvøld í Odder. Pauli Jacobsen skal helst venja nakað við HØJ framhaldandi.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder