Eftir EM-endaspælið fór Pauli Jacobsen úr donskum hondbólti til norskan hondbólt. Landsliðsliðformaðurin skifti til Sandnes, sum tá lá aftast og til beinleiðis niðurflyting úr bestu deildini í Noreg.
Pauli Jacobsen og liðfelagarnir megnaðu tó at vinna seg tvey pláss upp, og harvið sluppu teir í fyrstu syftu.
Neyðugt var tó at spæla upp- og niðurflytingardystir móti triðfremst liðnum í næstbestu deildini.
Bodø var eitt av liðunum, sum kappaðust við Bergsøy, liðið hjá Paula Høj, sum endaði við at vinna næstbestu deildina.
Sí eiisni: Pauli Høj og Bergsøy eru fluttir upp í bestu norsku deildina
Móti Sandnes gjørdist tað ikki spennandi. Har var liðið hjá Paula Jacobsen ov sterkt: Sandnes vann, eins og í síðstu viku, við sjey málum, og harvið er plássið tryggjað.
Pauli Jacobsen er á veg víðari til svenskan hondbólt og í gjár átti hoyvíkingurin ikki stóran leiklut. Pauli bjargaði einum skoti tað løtuna, sum hann var inni.
![]()
Mynd: Sverri Egholm
Tó eitt gott punktum: Ætlanin fullførd og fitt av spælitíð á góðum stigi hjá 23-ára gamla málverjanum.
Í mai standa avgerandi dystir um HM-pláss á skránni hjá Paula Jacobsen. Í summar gongur leiðin til Svøríkis, har hann skal spæla fyri í bestu svensku deildini.
Ein føroyingur verður tó at síggja í bestu norsku deildini: Vongurin Pauli Høj, sum átti sín leiklut í søguligari uppflyting hjá Bergsøy
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald