
Pristina, Kosovo (Portalurin): Teir eru javngamlir og hava spælt eina rúgvu av hondbólti saman - nú skulu teir til enn eitt EM-endaspæl.
Hoyr Paula Jacobsen og Hákun West av Teigum seta orð á hetta eftir 25-23 sigurin í Kosovo í kvøld.
Sigurin sendi Føroyar til EM 2026 - sunnudagin kann eitt stig móti Ukraina á heimavølli tryggjað 1. plássið.
Sí eisini: Føroyar stríddu seg aftur til EM
Bólkur 6 í EM-undankappingini:
5. og næstseinasta umfar, í dag hósdagin 8. mai
Ukraina - Niðurlond 29-35
Kosovo - Føroyar 23-25 (13-12)
1. Føroyar 7 stig *
2. Niðurlond 6 stig *
3. Ukraina 4 stig
4. Kosovo 3 stig
* Víðari
-------------------------------------------------
Føroysku málskjúttarnir:
Hákun West av Teigum 11 mál (fýra brotskøst - av fýra)
Elias Ellefsen á Skipagøtu 4 mál (Tvey brotskøst)
Óli Mittún 4 mál
Leivur Mortensen 3 mál
Pætur Mikkjalsson 1 mál
Vilhelm Poulsen 1 mál
Ísak Vedelsbøl 1 mál
EHF hevur ikki rætta talið av bjargingum, men Pauli Jacobsen hevði fýra ógvuliga týðandi bjargingar seianstu níggju minuttirnar. Undan tí hevði føroyski liðformaðurin ikki havt ein góðan dyst, men tá á stóð var 22-ára gamli hoyvíkingurin til reiðar saman við verjuni.
Sí eisini: Hákun var greiður toppskjútti og skoraði fleiri týðandi mál
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald