Hondbóltur

Pernille: - Hetta var fantastiskt

Føroyski landsliðsliðformaðurin skal á fyrsta sinni spæla DM-hálvfinalu. - Vit fingu fysikk í spælið, sigur Pernille Brandenborg. Hon setur eisini orð á Mariu Nólsoy, uppgávuna móti Team Esbjerg og HM-lutakast.

Pernille Brandenborg hevur roynt stórar endaspælsløtur við landsliðnum - nú var tað við København. -  Eg havi ongantíð spælt slíkar dystur í liðhondbólti, so eg græt nógv eftir seinasta bríksl (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Pernille Brandenborg hevur roynt stórar endaspælsløtur við landsliðnum - nú var tað við København. - Eg havi ongantíð spælt slíkar dystur í liðhondbólti, so eg græt nógv eftir seinasta bríksl (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-05-16 22:32 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Eg havi ongantíð spælt slíkar dystur í liðhondbólti, so eg græt nógv eftir seinasta bríksl…hetta var fantastiskt.

Pernille Brandenborg var ógvuliga glað men tó komin eitt sindur niður á jørðina, tá Portalurin tosaði við hana í Frederiksberg-hallerne í kvøld.

Har skuldi København vinna á Horsens fyri at koma í DM-hálvfinalurnar, og tað eydnaðist.

Les eisini: Pernille skal spæla DM-hálvfinalur

Pernille staðfestir, at Horsens gav teimum trupulleikar við millum annað ferðini. Føroyski landsliðsliðskiparin staðfestir eisini, at landsliðslipfelagin Maria Pálsdóttir Nólsoy hevur ment seg nógv í donskum hondbólti.

Í dag var Maria Nólsoy á mótstøðuliðnum. - í næstu viku snýr tað seg um Team Esbjerg hjá Pernille og teimum. Hon fer til norskan hondbólt í summar, men skal fyrst spæla "Final Four" í Danmark.

Hoyr alla samrøðuna ovast.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder