Hondbóltur

Pernille á vikuliðnum - spælir lykladyst móti Mariu og teimum í kvøld

Føroyski liðskiparin ger bart í endaspælinum, og tað ger ungi bakspælarin í Horsens eisini. Klokkan 17.30 verður spælt um fyrimunin í hálvfinalustríðnum. TV2 Sport/TV2 Play vísir Horsens - København.

Pernille Brandenborg í skotroynd til venjing, meðan Maria Pálsdóttir Nólsoy verjir fyri. Tær báðar hittast til týðandi dyst í Horsens tíðliga í kvøld (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Pernille Brandenborg í skotroynd til venjing, meðan Maria Pálsdóttir Nólsoy verjir fyri. Tær báðar hittast til týðandi dyst í Horsens tíðliga í kvøld (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-04-29 12:01 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er stórur spenningur í donskum hondbólti, nú endaspølini eru í gongd. 

Í Kvindeligaen stríðast nakrir føroyskir spælarar í niðara endaspælinum - Rakul Wardum og Súna K. Hansen spældu javnleik móti hvørjari aðrari sunnudagin. 

Ringkøbing og Skanderborg royna at sleppa undan at spæla play-off dystir um at halda sær í deildini.

København og Horsens royna hinvegin at vinna seg í DM-hálvfinaluna. Horsens legði út í sínum bólki við at loypa hvøkk á ósigraða Odense, sum tó vann til endans. Maria Pálsdóttir Nólsoy var í hopla hendan dagin og spældi eisini væl í óvæntaða sigrinum á Falster í síðstu viku.

Sí eisini: Maria Nólsoy og Horsens við stórum úrsliti í endaspælinum

Harvið hevur Horsens tvey stig fyri tvey umfør, og tað hevur København eisini. Høvuðsstaðarfelagið hevur eisini vunnið á NFH og tapt fyri Odense. Í dystinum móti Odense í síðstu stóð Pernille Brandenborg seg tó so mikið væl, at føroyski strikuspælarin kom á "vikuliðið" - besta liðið í umfarinum.

[object Object]Liðið fyri 2. umfar í ovara endaspælinum har Pernille Brandenborg er á strikuni  

Nú er tað triðja av seks umførum á skránni, og talan er tí um lykladyst í Horsens í kvøld. Klokkan 17.30 føroyska tíð spæla liðini hjá Mariu Pálsdóttir Nólsoy og Pernille Brandenborg um fyrimunin í hálvfinalustríðnum.

Odense fer eftir øllum at døma at vinna bólkin, og tí snýr tað seg nú um, hvør fer at liggja á 2. plássi eftir fyrru hálvu av bólkaspælinum. Tvey lið úr bólkinum koma víðari til hálvfinalurnar.

Til ber at síggja dystin millum Mariu og Pernille á TV2 Sport/TV2 Play.

[object Object]
Maria Pálsdóttir Nólsoy (t.h.) saman við Rakul Wardum (t.v.), sum stríðist saman við Ringkøbing í niðara endaspælinum. Higartil hevur nummar sjey hjá Horsens sjey mál og yvir sjey upplegg í endaspælinum (Mynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder