
Pernille Brandenborg og tær úr København Håndbold vitjaðu í gjár á Falster, har tvey stig vóru eitt krav fyri at halda fast í møguleikanum at koma í DM-hálvfinalurnar.
Tað eydnaðist við bit og slit. Í steðginum var 19-16 til København, men NFH var á odda í løtum eftir steðgin.
Føroyski landsliðsspælarin skoraði avgerandi málið, tá ein og ein hálvur minuttir var eftir. Hetta var til 38-39. Talan var um fjórða málið hjá Pernille í dystinum - av fimm skotum - og eisini átti hon tvey upplegg.
Sí dystargongd og hagtøl HER
Málverjin hjá København bjargaði í seinasta álopinum hja NFH, og so kundu tær hjá København fegnast.
Hevði tað ikki eydnast at vunnið, so hevði Horsens havt annað hálvfinaluplássið nú. Ístaðin verður "finala" á Frederiksberg hálvfinaluplássið fríggjakvøldið 16. mai klokkan 19 føroyska tíð.
Maria Pálsdóttir Nólsoy og Horsens eru tvey stig frammanfyri Pernille og tær. Tað merkir, at við javnleiki og eitt-máls tapi er Horsens víðari. København skal vinna.
Pernille Brandenborg og Maria Pálsdóttir Nólsoy skulu í beinleiðis tvídyst (Mynd: Sverri Egholm)
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald