Hondbóltur

Pernille Brandenborg er norskur greipuvinnari

Storhamar sigraði á Sola, og harvið endar strikuspælarin og liðskiparin hjá Føroyum tíðina í Noreg sum norskur meistari. Dreymabyrjan í dag var grundarlagið.

Pernille Brandenborg, her eftir HM-sigur, hevði nógv at fegnast um í Noreg (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Pernille Brandenborg, her eftir HM-sigur, hevði nógv at fegnast um í Noreg (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-05-31 22:41 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir greiða tapið í aðru NM-finaluni hóskvøldið á heimavølli, skuldi Storhamar reisa seg í Sola í dag, sunnudagin.

Hetta gjørdu tær í gulum av álvara eisini: Eftir 13 minuttir var 2-10. Hetta sigur søguna um sterkan verjupart, og hóast Sola kom betri við, so varð ongantíð veruligur spenningur í triðju og avgerandi finaluni.

Pernille Brandenborg og Storhamar vunnu 28-23 og eru harvið norskir meistarar 2025/2026.

[object Object]
Meistaramynd - Pernille Brandenborg sæst fegnast uttarlaga til høgru (Mynd: topphandball.no)

Liðið endaði eisini ovast í grundspælinum og vann steypakappingina. Harvið varð talan veruliga um ein gylt ár í Noreg hjá føroyska landsliðsskiparanum, sum skifti úr donskum hondbólti síðsta summar.

Pernille hevði stóran leiklut í sterku Storhamar-verjuni í avgerandi dystinum. Meistaraheitið er eitt flott punktum hjá henni, áðrenn skifti til rumenska stórfelagið CSM Bucaresti.

[object Object]
Pernille Brandenborg hevði nógv at fegnast um í Noreg. 28-ára gamli strikuspælarin og miðverjin fer nú víðari (Mynd: Sverri Egholm)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder