
Seinastu árini hava vit sæð nakrar føroyskar mannligar hondbóltsspælarar í Champions League, og tvey ár á rað hava Føroyar havt umboðan til Final Four til størstu evropeisku kappingina fyri lið:
Fyrst Elias Ellefsen á Skipagøtu í 2024 og síðani Hákun West av Teigum í juni. Füchse Berlin tapti, men høgri vongurin var millum toppskjúttarnar í Champions League-finaluni.
Fyrsta kvinnan í Champions League
Í 2023 var Annika Fríðheim Petersen við NFH í Final Four í European League. Hetta er tað hægsta ein einstakligur føroyskur kvinnuligi spælari hevur verið við til í evropeiskum felagshondbólti.
Nú er Pernille Brandenborg í norska meistarafelagnum. Storhamar er í bólkaspælinum í Champions League, og nú skal strikuspælarin spæla í "fína selskabinum".
Sí eisini: Pernille Brandenborg toppskjútti í steypadysti
Pernille Brandenborg skrivar eftir øllum at døma føroyska hondbóltssøgu í dag. Hon verður tann fyrsti føroyski hondbóltssspælarin í Champions League.
Storhamar spælir klokkan 15 í Rumenia móti Gloria Bistrita.
Pernille til EM í Basel - nú verður tað á stóra pallinum fyri lið at strikuspælarin skal royna seg (Myndir: Sverri Egholm)
Fýra føroyingar í EL-bólkaspælsstríði í dag
Jóhannes Bjørgvin, Ísak Vedelsbøl, Tróndur Mikkelsen og Vilhelm Poulsen kunnu í dag tryggja sær pláss í næststerkasta evropeiska bólkaspælinum,
Hjá fyrstnevnda og Stjarnuni stendur á jøvnum eftir fyrra dystin, meðan hinir føroyingar fara til dystirnar við leiðslum - hjá Ísaki og Vilhelmi er talan um greiðar leiðslur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald