Hondbóltur

Pernille Brandenborg toppskjútti í steypadysti

Strikuspælarin skoraði sjey ferð móti Vålerenga. Leygardagin skal føroyski landsliðsliðskiparin spæla sín fyrsta Champions League-dyst.

Pernille Brandenborg skorar eitt av sínum sjey málum í stórsigrinum. Leygardagin bíðari ein væl størri uppgáva enn Vålerenga (Mynd: Storhamar.topphåndbold.no)

Pernille Brandenborg skorar eitt av sínum sjey málum í stórsigrinum. Leygardagin bíðari ein væl størri uppgáva enn Vålerenga (Mynd: Storhamar.topphåndbold.no)

2025-09-04 11:21 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Pernille Brandenborg og Storhamar strúka avstað í norsku kappingunum. Tríggir kappingardystir og tríggir sigrar við 114 skotnum málum og bert 51 ígjøgnum.

Týskvøldið gekk tað útyvir Vålarenga í steypakappingini. Olso-felagið tók ímóti í NM Cup, og føroyski strikuspælarin hevði ein góðan dyst: 

Verjan, har Pernille er í miðvejuni, lat bert 16 mál inn, og føroyski strikuspælarin gjørdi flest mál av øllum í dystinum. Sjey ferðir skoraði nummar 18 av strikuni.

[object Object]
Pernille fær innspæl...

[object Object]...og skorar (Myndir: Storhamar Håndbold Elite

39-16 í einum dysti sum Storhamar skuldi vinna, og nú er norska meistaraliðið víðari til 4. umfar.

Næsti landskappingardystur verður hóskvøldið 10. september, men áðrenn tað skal Pernille Brandenborg á fyrsta sinni royna seg í størstu kappingini av øllum, Champions League.

Hetta hevur eingin føroyskur landsliðsspælari gjørt áður.

Pernille og tær hjá Storhamar fara í dag til Rumenia, har Gloria Bistrita tekur ímóti. Hesin dysturin byrjar klokkan 15, føroyska tíð, leygardagin 6. september.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder