placeholder
Hondbóltur

Pernille Brandenborg toppskjútti tá Storhamar spældi seg í hálvfinaluna

Strikuspælarin skoraði seks mál í 30-28 sigrinum í Fredrikstad. Fyrsta NM-hálvfinalan móti Hamar verður um eina viku.

Pernille skorar eitt av sinum máli í sigrinum (Mynd: Storhamar Håndbold Elite/Fredrik Olastuen)

Pernille skorar eitt av sinum máli í sigrinum (Mynd: Storhamar Håndbold Elite/Fredrik Olastuen)

2026-05-05 15:56 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Pernille Brandenborg  skiftir í summar til rumenska stórfelagið CSM Bucaresti, sum skjótt skal spæla Final Four í Champions League.

Áðrenn skal føroyski landsliðsliðskiparin royna at vinna norska meistaraheitið - og greipuna - við Storhamar.

Fyrsta stigið í endaspælinum er tikið við tveimum fjórðingsfinalusigrum á Fredrikstad.

Tann seinni kom í hús í gjárkvøldið, mánakvøldið, tá Storhamar vann 30-28 á útivølli. Støðan í steðginum var 14-9.

Pernille Brandenborg spældi ein góðan dyst, og profilurin varð toppskjútti í dystinum við seks málum.

[object Object]
Pernille Brandenborg, sum her fegnast við landsliðsliðfeløgunum undir HM-endaspælinum, kundi fegnast um ein sigur í Fredrikstad í gjár. Hesin tryggjaði Storhamar hálvfinaluplássið (Mynd: Sverri Egholm)

Í hálvfinaluni skal Storhamar spæla móti Hamar. Har verður spælt "best av trimum" ella "fyrst upp í tvey".

Fyrsta hálvfinalan hjá Pernille og teimum verður um eina viku, týsdagin 12. mars, á heimavølli.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder