Hondbóltur

Pernille og København eru nú á hálvfinaluplássi

Strikuspælarin á føroyska landsliðnum skoraði tvey mál í málríka dystinum í Viborg - tað gjørdi Jana Mittún eisini. København Håndbold liggur nú uppaftur betri fyri í stríðnum um at koma víðari.

Pernille Brandenborg og liðfelagarnir stríðast fyri at gerast millum tey seinastu fýra í danska endaspælinum (Mynd: Sverri Egholm)

Pernille Brandenborg og liðfelagarnir stríðast fyri at gerast millum tey seinastu fýra í danska endaspælinum (Mynd: Sverri Egholm)

2024-04-18 13:04 Author image
Agnar Prestá
placeholder

3. umfar í bólki 2 í endaspælinum í bestu donsku kvinnudeildini varð spælt í gjár. Harvið er helmingurin nú spældur, og Pernille Brandenborg og Københan Håndbold eru í góðari støðu.

Í gjárkvøldið vann høvuðsstaðarfelagið málríkan dyst í Viborg. Verjurnar fingu ikki nógv at rigga - serliga ikki í fyrra hálvleiki. Nakað frægari var eftir steðgin, har málverjin hjá København eisini hevði nakrar bjargingar.

Viborg vantaði bjargingar allan dystin, og tað endaði 31-38.

Jana Mittún spældi í løtum fyri Viborg, og hon skoraði tvey mál. Landsliðsliðskiparin skoraði eisini tvey mál. Pernille spældi stóran part av dystinum á strikuni og miðverjuni hjá København.

Liðið hevur nú fýra stig og er betri innanhýsis enn Ikast, sum København Håndbold óvæntað vann á síðsta umfar. Ikast blakaði eisini eina sjey-máls leiðslu fyri borð í Odense í gjár.

Støðan eftir 3. umfar
1. Odense 6 stig
2. København Håndbold 4 stig

3. Ikast 4 stig
4. Viborg 0 stig 

Tvey tey ovastu liðini koma í DM-hálvfinalurnar

Týskvøldið spæla Pernille og København lykladyst á heimavølli móti Ikast. Tá spæla Jana og Viborg á heimavølli móti Odense. Tá kann tað endaliga vera staðfest, at Viborg ikki kann koma víðari.

Í kvøld verður greitt, hvørjum Pernille Brandenborg, Jana Mittún og aðrar skulu spæla ímóti í EM-endaspælinum í vetur - og hvar tær skulu spæla.
Les meira her: 
Nógvir ymiskir møguleikar í Wien

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder