Hondbóltur

Pernille og Storhamar skulu spæla triðju og avgerandi NM-finaluna sunnudagin

Taptu greitt hóskvøldið og harvið verður alt avgjørt í Sola sunnudagin klokkan 15.15, tá føroyski landsliðsliðskiparin spælir sín seinasta dyst í norskum hondbólti.

Savnsmynd: Sverri Egholm

Savnsmynd: Sverri Egholm

2026-05-29 10:15 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Storhamar tók ikki av, tá liðið hjá Pernille Brandenborg í gjár kundi tryggja sær norska meistaraheitið við heimasigri.

Steypavinnararnir vunnu 31-29 í Sola í fyrstu finaluni fyri viku síðani. Í Noreg skal man vinna tvær finalur fyri at vinna NM, men eftir javna byrjan í Hamar hóskvøldið fór Sola avstað.

Rikke Granlund stórspældi í málinum, tað var 11-16 í steðginum, 13-23 stutt inn í 2. hálvleik og eingin veruligur spenningur um útfallið.

[object Object]
Rikke Granlund fegnast eftir bjargað skot, sum Pernille Brandenborg sendi avstað. (Mynd: topphandball.no)

Pernille Brandenborg hevði ikki tann besta dagin, í mun til skot: Hon brendi trý av fimm skotum av strikuni (skoraði tvey mál).

Samanlagt ikki nakar stórur dagur hjá Storhamar, men tað kann tað verða sunnudagin 31. mai, tá triðja og avgerandi NM-finalan verður spæld í Sola.

Hon byrjar klokkan 15.15 føroyska tíð. Hetta verður seinasti dystur hjá føroyska landsliðsliðkiparanum, áðrenn leiðin gongur til rumenska stórfelagi CSM Bucaresti. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder