
København Håndbold bjóðaði av álvara Team Esbjerg av í tveimum hálvfinalum millum liðini, men favorittarnir úr vestara parti av Jútlandi vunnu báðar uppgerðirnar.
Fyrst var tað týskvøldið í Esbjerg, har København annars hevði tamarhald á til tíðliga í 2. hálvleiki.
Í gjár var København eisini á odda í steðginum (20-18). Tað var ógvuliga tætt eftir steðgin, og í seinasta minutti sá út til, at Esbjerg hevði fingið sigurin so at siga í hús. Men tá fimm sekund vóru eftir misti Sarah Dekker bóltin og tók síðani ein København-spælara. Tá tað var í seinasta minuttin, so varð brotspark dømt og reytt kort givið.
Pernille Brandenborg hevði skorað eitt brotskast fyrr í hálvleikinum, men tá strikuspælarin kundi tryggjað København ein møguleika afturat, bjargaði Anna Kristensen skotinum úr sjey metrum.
Tað endaði harvið 38-37 til Team Esbjerg, sum skal spæla DM-finalu móti Odense - eftir Final Four í Champions League í næstu viku.
Vónbrot fyri Pernille sum annars skoraði uppá hini trý skotini hjá sær í málríku og spennandi hálvfinaluni í gjár.
København skal í juni spæla bronsudystir móti Ikast. Claus Mogensen, landsliðsvenjari, er hjálparvenjari hjá Ikast, sum í gjár tapti við seks málum móti Odense.
Eftir kappingarárið fer Pernille Brandenborg víðari til norsku meistararnar, Storhamar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald