Hondbóltur

Pernille toppskjútti og Jana dagsins spælari - Føroyar brendu ov ofta

22 brend skot í fyrsta HM-dystinum og tá koma stig ikki í hús móti Montenegro - eisini hóast góð tøl hjá føroysku málverjunum. Sí tøl her.

Jana Mittún legði upp til flest mál hjá Føroyum (seks mál) og skoraði næstflest (fýra) - nummar 77 brendi eisini nøkur móti montegrinska málverjanum, men avrikið var so mikið gott, at IHF kjósaði hana sum besta spælara á vøllinum (Mynd: Sverri Egholm)

Jana Mittún legði upp til flest mál hjá Føroyum (seks mál) og skoraði næstflest (fýra) - nummar 77 brendi eisini nøkur móti montegrinska málverjanum, men avrikið var so mikið gott, at IHF kjósaði hana sum besta spælara á vøllinum (Mynd: Sverri Egholm)

2025-11-26 21:48 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað var eitt mál betri á máltalvuni, enn tá Montenegro vitjaði við Tjarnir í EM-undankappingini í oktober (26-32). Í løtum var føroyska spælið ógvuliga gott í Trier, og hóast tað lá til tað nakrar ferðir, so slapp hægst styrkismetta liðið í bólkinum ikki ordiliga avstað frá "debutantunum".

Ein sat eisini við kensluni, at vóru føroysku spælararnir kaldari og meira kyniskar í summum støðum, so hevði tað í øllum førum verið ógvuliga nær við, at man knógvaði eitt stig.

Armelle Kelly Attingre bjargaði heili 17 skotum, og Føroyar brendu heili 22 ferðir. Hetta er 55 prosent av teimum 49 skotunum hjá liðnum, og hetta er ikki eitt gagnnýtisprosent, ið Føroyar vinna á einum topp-tíggju liðið á. Eisini eru 13 tekniskar villur ov nógv.

Bara trý brend brotskøst kunnu gera stóran mun - og so vóru tað fríu skotini mitt fyri og fleiri av vongplássunum/í kontra. Í summum førum skutu tær hjá Føroyum alt ov tíðliga ella ov bleytt, og lótu Attingre lokka seg. Royndi málverjin vísti sín klassa, men tær hjá Føroyum gjørdu tað í fleiri støðum ov lætt hjá henni, og afturvendandi trupulleikin er nakað, ið bøtast skal um. 

[object Object]
Pernille Brandenborg skoraði átta mál og spældi á ymsan hátt væl, men føroyski liðskiparin brendi eisini fimm ferðir; millum hesi vóru tvey brotkskøst og tvey p´ra frí skot av strikuni (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]Annika Fríðheim Petersen kom inn og stóð ógvuliga væl eina løtu. Samanlagt bjargaði hon átta av teimum 19 skotunum, ið komu fyrstu HM-minuttir hennar - stórar tveir mánaðir eftir at hava átt eitt barn (Mynd: Sverri Egholm)

Ikki tí; tð vóru fleiri ljóspunkt á hesum økinum. Rannvá Olsen var lýtaleys av vinstra vongi fyri steðgin við trimum málum, Elsa Egholm ko inn og var trygg og kynisk, og Súna Krossteig Hansen átti fleiri góð mál.

Montenegro brendi eisini sítt. Men tær av Balkan vóru ta hvassari - skoraðu uppá 65 prosent av sínum skotum.. Annika Fríðheim Petersen kom annars inn og bjargaði nógvum bóltum, og seinni var Rakul Wardum eisini við at halda sambandinum.

Tað var kortini ikki nóg mikið. Aftur 32 mál inn móti teimum sterku hjá Montenegro. At skora 27 mál móti teimum og at skapa fleiri aðrar fríar møguleikar lovar tó væl - Jana Mittún átti sín part í hesum, og valdi IHF hana eisini sum besta spælara í dystinum.

[object Object]
Jana Mittún hevði fleiri góðar løtur - í 6 móti 6, 7 móti seks og í kontrafasuni - men eisini hon kundi skorað fleiri mál (Mynd: Sverri Egholm)


HM 2026 - bólkur D
1. umfar, mikudagin 26. november í Trier

Spania - Paraguai 26-17

Føroyar - Montenegro 27-32 (13-15)

Dystargongdin:
5 min: 3-2
10 min: 6-6
15 min: 8-11
20 min: 9-12
25 min: 11-14
30 min: 13-15

35 min: 14-17
40 min: 15-21
45 min: 19-23
50 min: 21-25
55 min: 26-29
60 min: 27-32

Føroysku málskjúttarnir (brotskøst):
Pernille Brandenborg 8 (5)
Jana Mittún 4 - kosin dagsins spælari
Súna Krossteig Hansen 4
Lív Sveinbjørnsdóttir Poulsen 3
Rannvá Olsen 3
Maria Pálsdóttir Nólsoy 2
Elsa Egholm 2
Anna Elisabeth Haldóttir Weyhe 1

Skotgagnnýtisprosent: 55 prosent (27/49)
- Montenegro hevði eisini 49 skot men gagnnýtti 65 prosent, harav øll brotskøstini. Føroyar brendu trý av átta brotskøstum.

(Upplegg):
Jana Mittún 6
Súna Krossteig Hansen 5
Maria Pálsdóttir Nólsoy 2

Bjargingar:
Annika Fríðheim Petersen 8 
Rakul Wardum 6 

Útvísingar:
Montenegro: 7
Føroyar: 3

Tekniskar villur:
Føroyar:13
Montenegro: 9

Hagtøl: IHF og Portalurin

Dagført: 22.13

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder