
Tvey tey seinastu árini hevur hann verið i Aarhus HC - saman við Teis Horn Rasmussen - í næstbestu donsku deildini.
Seinastu tíðina hevur ljóðað, at Peter Krogh og familjan fóru at venda aftur til Føroyar, og í kvøld er tað endaliga váttað.
KÍF hevur ligið framvið, men nú hevur Krogh gjørt avtalu við felagið, sum hann á fyrsta sinni kom til í 2015. Hetta fyri 2025/2026.
Peter Krogh í skotroyndu í einum av sínum mongu steypafinalum við H71 (Savnsmynd: Sverri Egholm)
Eftir tvey ár í H71 gekk leiðin aftur til Danmarkar, men steðgurin í Skive var ikki stuttur, tí tað hekk ikki heilt saman við famljulívi.
Í 2023 endaði tíðin í H71, fyribils, við greipuni. Samanlagt gjørdist talan um heilt nógv steyp í svørtum og reyðum. 34-ára gamli spælarin skal, umframt at spæla, eisini vera vernjari í felagnum í Hoyvík.
Áðrenn Krogh kemur aftur á vøllin skal hann tó skurðviðgerast og koma fyri seg. Landsliðsspælarin hevur ongan kappingardyst spælt í 2025. Orsøkin er ein ryggskaði; ein diskus.
Tað er ikki bara sum at siga tað. Peter Krogh hevur verið fastur fúsur á landsliðnum síðani 2017 og var eisini liðformaður til og við skaðan. Krogh var við til EM-endaspælið í 2024 - so er spurningurin nær, og um, hann kemur so mikið fyri seg, at sterki verjuspælarin fær ein leiklut aftur á landsliðnum.
Peter Krogh og Teis Horn Rasmussen. Seinastu tvey árini hava teir, umframt at vera landsliðsliðfelagar, eisini spælt saman í Aarhus. Peter hevur ikki spælt í ár vegna skaða (Mynd: Sverri Egholm)
Bakkurin og miðverjin kann í øllum førum verða ein styrkur fyri H71, sum júst farna kappingarár gjørdist steyavinnari men sum var júst ov stutt í FM-finalunum móti Kyndli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald