Fótbóltur

Petur skoraði - vónin livir hjá Lyngby

Í Lyngby vann heimaliðið botnbrak, og 25-ára føroyingurin fekk fyrsta málið. Trý tey niðastu liðini í Superliguni hava øll 27 stig nú - eitt umfar restar í.

Petur Knudsen legði Lyngby á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Aab javnaði, Petur fór skaddur av vølli, men Lyngby vann 2-1

Petur Knudsen legði Lyngby á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Aab javnaði, Petur fór skaddur av vølli, men Lyngby vann 2-1

2023-05-29 17:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað er eitt ógvuliga hart og tætt stríð um at yvirliva í donsku Superliguni. Tá vetrarsteðgur var, sá tað ógvuliga tungt út hjá Lyngby, sum ikki var komið upp á tíggju stig. Uppflytararnir vórðu dømdir niðri men hava gjørt eitt gott hál í "niðurflytingarbólkinum" seinastu mánaðirnar.

Eftir harða uppvenjing í vetur var Petur Knudsen aftur á vøllinum í kappingardysti fyrst í apríl. Í dag spældi hann sín áttanda dyst á rað og skoraði sítt annað mál í ár, tá Aab var á vitjan til botndyst. Tað var miðskeiðis í seinna hálvleiki, at álopskendi spælarin úr Saltangará legði Lyngby á odda, og talan var um flott mál hjá Peturi Knudsen og liðfeløgunum. 

Heimaliðið var eisini omaná í fyrra hálvleiki, men gestirnir úr Aalborg javnaðu beint fyri steðgin í samband við hornaspark. Í fyrsta álopinum í seinna hálvleiki fekk Lyngby hornaspark, og í samband við tað prikaði áleyparin Frederik Gytkjær bóltin í málið til 2-1.

[object Object]
Petur Knudsen gjørdi bart í lykladystinum í Lyngby seinnapartin - tíverri noyddist 25-ára gamli føroyingurin av vøllinum við skaða (Mynd: Sverri Egholm)

Hetta gjørdist eisini endaliga úrslitið, og hevur tað við sær, at trý tey niðastu liðini í Superliguni nú eru jøvn við 27 stigum. Tvey lið flyta niður, so eitt av hesum liðunum gert stóri vinnarin leygardagin, tá seinasta umfar verður.

Tá hittast AC Horsens, undir leiðslu av Jens Berthel Askou, og Lyngby í Horsens. Lyngby skal vinna, og samstundis vóna at Aab ikki ger tað - ella í minsta lagi fáa betri úrslit enn Aab. Liðið úr Aalborg hevur best málúrttøku av hesum trimum. Lyngby hevur frægari enn Horsens. 

Tað er óvist, um Petur Knudsen verður tøkur til hendan dystin. Føroyingurin noyddist tíverri út við skaða beint fyri steðgin. Ivasamt er enn, hvussu álvarsamur hesin skaðin er, men Petur hevur so fimm dagar at koma fyri seg í. Sum nú er, bendir ikki nógv á, at Petur Knudsen heldur fram í Lyngby BK, men hann kann hava spælt týðandi leiklut í, at liðið heldur sær uppi.

Mánadagin 29.05 - næstseinasta umfar í Superliguni
Lyngby - Aab 2-1 (1-1)
23' Petur Knudsen 1-0

Seinasta umfar - leygardagin 03.06
13.00: AC Horsens - Lyngby BK
AaB - Silkeborg

(FCK liggur í løtuna til at vinna Superliguna)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder