
HSF: Pólland var millum sterkaru liðini í kappingini og høvdu teir eisini munin mót Føroyum í morgun. Okkara runnu aftaná so at siga allan dystin, og vunnu póllendingar 22-20, eftir hálvleiksstøðuna 11-9.
Tað vóru póllendingar, sum settu seg á dystin fyrstu løtuna. Føroyar stríddust við at koma til kjansir og máttu skifta til 7 móti 6 í álopinum. Okkara komu eisini spakuliga inn í dystin og var støðan 8-8 stutt fyri hálvleik, men vóru tað póllendingar sum høvdu tann størra neyvleikin í fyrra hálvleiki, sum endaði 11-9.
Okkara stríddust í seinna hálvleiki, men funnu ongantíð veruliga rútmuna. Póllendingar øktu um leiðsluna fyrstu løtuna, har okkara brendu ov nógvar málmøguleikar og gjørdu ov nógvar villur Føroyar runnu okkara aftaná. Tann gjørdist ov stórur munur hjá okkara at vinna aftur, og hóast okkara gjørdu eitt gott hál seinastu 10 minuttirnar, so vóru tað póllendingar, sum vunnu 22-20.
Seinasti dysturin hjá Føroyum verður móti gestaliðnum í kappingini, Egyptalandi. Dysturin byrjar kl. 12.15. Allir dystirnir kunnu stroymast á ehftv.com.
Dystargongdin Pólland – Estland:
5 min. 3-2
10 min. 5-3
15 min. 8-6
20 min. 11-9
25 min. 14-11
30 min. 17-13
35 min. 20-17
40 min. 22-20
Málskjúttar hjá Føroyum:
Lýðar í Dímun 5
Brandur Hansen 3
Rúnar Hammer
Jákup Egholm 2(1)
Fríði í Innistovu 2
Magnus Árason 2
Rúnar Hammer 2
Hanus Gunnarsson 1
Haraldur Karlsson 1
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald