Hondbóltur

Portalurin stroymir Wenzel Nordic Cup

Allir dystirnir í venjingarkappingini um vikuskiftið verða stroymdir beinleiðis á Portalinum. Lagt verður til brots klokkan 18 í kvøld. Frásøgnin verður á enskum.

Hondbóltur á høgum stigi - við nógvum føroyskum landsliðsspælarum - við Tjarnir næstu daganrar (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Hondbóltur á høgum stigi - við nógvum føroyskum landsliðsspælarum - við Tjarnir næstu daganrar (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2026-08-13 11:35 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Portalurin stroymir allar dystirnar í Wenzel Nordic Cup, sum verður spælt í kvøld hósdag, fríggjadagin og sunnudagin.

Klokkan 18 í kvøld fer venjingarkappingin í gongd við Tjarnir og tað verður við dysti millum íslendska meistaraliðið Valur og GOG úr Danmark. Við Vali spæla Allan Norðberg og Bjarni í Selvindi, og við GOG spælir Óli Mittún.

Klokkan 20 verður tað Elias Ellefsen á Skipagøtu móti barndómsfelagnum H71, við millum annað yngsta beiggjanum Boasi Ellefsen á Skipagøtu.

Sí eisini: Landsliðsspælarar koma til landið at spæla ímóti H71 og hvørjum øðrum

Tormóður P. Djurhuus tekur sær av frásøgnini alt vikuskiftið, og tað verður á enskum at frásøgnin verður. Hetta so at fjepparar hjá útlendsku gestunum kunnu fylgja við.

Eisini verður møguligt at fylgja dystunum á livescore-tænastuni ovast á Portalinum.

Stroymingin verður tøk á Portalinum stutt undan dystarbyrjan.

Skráin fyri Wenzel Nordic Cup

Hósdag 13. august
18:00 Valur-GOG
20:00 H71-THW Kiel

Fríggjadagin 14. august
18:00 Valur-THW Kiel
20:00 H71-GOG

Sunnudagin 16. august
13:00 GOG-THW Kiel
15:00 H71-Valur


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder