Fótbóltur

Potter tekur yvir í Brighton

Enski venjarin, sum er serliga kendur fyri sína tíð í Svøríki, avloysir Chris Hughton í Premier League-felagnum.

Mynd: BBC

Mynd: BBC

2019-05-21 11:07 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Dagin eftir kappingnarenda segði Brighton Chris Hughton upp. Enski venjarin fekk liðið upp í bestu deildina í 2017 og hevur síðani hildið felagnum úr Suðuronglandi uppi í fremstu røð. Í ár endaði Brighton á 17. plássi, og kom í hálvfinaluna í FA Cup, har Menchester City at enda var omaná. 

Nú vildi felagið royna okkurt nýtt, og í gjár, eina viku eftir uppsøgnina av Hughton, kunngjørdi Brighton & Hove Albion, at ein annar onglendingur skal føra føra Brighton víðari. Talan er um 44-ára gamla Graham Potter, ið farna kappingarár stóð á odda fyri Swansea, ið endaði á 10. plássi í The Championship, og sum kom til kvartfinaluna í FA Cup, har liðið var nær við at sláa Manchester City út.

Áðrenn hann kom til Swansea, var Potter í sjey og eitt hálvt ár venjari hjá Östersunds FK, ið hann førdi úr fjórðbestu deildini upp í Allsvenskan, og allan vegin til 1/16-finaluna í Europa League, har felagið vann seinna dystin, sum var á útivølli móti Arsenal. 

Graham Potter er ein venjari, ið hevur ein greiðan leikhátt, ið er álopskendur. Í Brighton sigur man, at hetta er ein av teimum mest spannandi ensku venjarunum, at hann passar væl til felagið, og at hann skal royna at byggja uppá grundarlagið, ið Chris Houghton hevur lagt.

Potter og Brighton hava skrivað undir ein fýra-ára sáttmála.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder