Hondbóltur

Rakk ikki til finalupláss hjá Kiel

Elias Ellefsen á Skipagøtu skoraði trý góð mál og hevði flest upplegg í hálvfinaluni, sum Montpellier avgjørdi í seinastu løtu. Franska liðið skal spæla finalu móti Flensburg og Jóhan á Plógv Hansen í morgin.

Elias Ellefsen á Skipagøtu - her eftir HM-tap í Skopje - kann iðra seg saman við liðfeløgunum í kvøld (Savnsmynd: Sverri Egholm)

Elias Ellefsen á Skipagøtu - her eftir HM-tap í Skopje - kann iðra seg saman við liðfeløgunum í kvøld (Savnsmynd: Sverri Egholm)

2025-05-24 19:03 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Tað byrjaði ógvuliga illa hjá THW Kiel, sum var aftanfyri 4-0, tá sjey minuttir vóru farnir av European-League hálvfinaluni móti Montpellier. Franska liðið hevði tamarhald á, meðan álopsspælið hjá Kiel til tíðir fyrsta korterið var syndarligt.

Tað var 6-10, tá beint yvri 15 minuttir vóru farnir. Síðani kom Elias Ellefsen á Skipagøtu inn. Hann hevði fýra upplegg og skoraði eitt mál restina av hálvleikinum. Málið kom, tá Elias stjól bóltin í verjustøðu og fór sjálvur. 22-ára gamli hoyvíkingurin var við at fáa nógv meira ferð og gjøgnumskerandi góðsku í, og Kiel var á odda 17-16, tá steðgur var.

Filip Jicha fór aftur til Madsen-Duvnjak-Johansson í bakketuni frá byrjan í 2. hálvleiki, men skjótt var Elias aftur á vøllinum. Føroyingurin varð millum annað nýttur at seta gongd á í fyrstu bylgju. Hetta eydnaðist nakað betri í 1. hálvleiki.

Tað leikaði ógvuliga javnt á í 2. hálvleiki, og bæði liðini vístu dygdir og sterka viljan til at koma í finaluna. Eftir 51 minuttir tók Elias Ellefsen á Skipagøtu eina skeiva avgerð og skeyt ov skjótt, meðan Kiel var í yvirtali. Síðani javnaði Montpellier, men nummar 71 gjørdi tað tó gott aftur, tá hann í báðum teimum næstu álopunum tók sakina í egnar henur og skoraði.

Harvið var Kiel framvegis á odda, men síðstu løtuna gjørdist tað aftur meira skinklandi, tá millum annað ein óhvassur Madsen brendi, og Eric Johansson tók skeivar avgerðir í spælinum. Elias á Skipagøtu var bert inni í einum álopi seinastu fimm minuttirnar. Í síðsta minutt javnaði Madsen, men Montpellier svaraði aftur og avgjørdi, tá fimm sekundir vóru eftir: Vælskjótandi egyptin Ahmed Hesham slapp uppfrá, og so varð 32-31.

Eins og í fjør taptu Elias og Kiel eina evropeiska hálvfinalu - í 2024 var tað eitt greitt tap móti Barcelona í Champions League Final Four. Føroyski spælskiparin gjørdi sítt við tíðini, sum hann fekk í dag: Seks beinleiðis upplegg og trý mál. Tvey av skotunum vóru ikki nóg góð og kanska ikki nóg væl umhugsaði - eitt varð blokerað, og Kiel skoraði kortini uppá álopið. Eingin á vøllinum hevði fleri upplegg enn Elias á Skipagøtu, og man kann undrast á, hví hann ikki millum annð ikki spældi meira í yvirtalsspæli.

Montpellier skal í morgin, sunnudagin, royna at basa Flensburg-Handwwitt, sum er verandi European League-meistari. Jóhan á Plógv Hansen og hinir vunnu sína hálvfinalu fyrr í dag. Hetta eftir longda leiktíð. Kiel skal spæla bronsudyst móti Melsungen.

Sí eisini: Jóhan og Flensburg í finaluni eftir longda leiktíð

European League hálvfinalur
Leygardagin 24. mai

MT Melsungen - SG Flensburg-Handewitt 34-35 eftir longda leiktíð (28-28) 
THW Kiel
 - Montpellier Handball 31-32 (17-16)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder