Fótbóltur

Rakk ikki til stig móti Rumenia

Føroyaska avrikið var frálíkt í næstan 75 minuttir, har tað var málleyst, og stig var í eygsjón..

Mynd: Sverri Egholm

Mynd: Sverri Egholm

2019-10-12 18:53 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Føroyar royndu í kvøld av øllum alvi at vinna sær stig á fyrsta sinni móti Rumenia og á fyrsta sinni í hesari undankappingini. Hetta var ikki heilt langt frá at røkka, men seinasta korterið gekk ikki meira, og rumenar fingu trý mál, har føroyingarnir vóru eitt fet ov seinur.  Hjá Føroyum var Jóan Símun Edmundsson ikki við frá byrjan orsakað av knænum. Gilli Rólantsson var aftur á vongbakkinum, og Sølvi Vatnhamar varð fluttur longur fram í mun til dystin í Spania. 

[object Object]
Gilli Rólantsson var aftur á høgra vongbakki, men hann fekk sítt triðja gula kort og harvið leikbann til dystin móti Malta. (Mynd: Sverri Egholm)

[object Object]
(Mynd: Sverri Egholm)

Talan var um ein lívligan fyrra hálvleik í góða fótbóltsveðrinum á Tórsvølli, har føroyska liðið var væl við, hóast rumenar høvdu bóltin væl meira og kom til nakrar rímiliga vandamiklar støður. Tíðliga komu Føroyar í nakrar støður tætt við rumenska brotsteigin, men tað gjørdist ikki heilt vandamikið fyrrenn Jóannes Bjartalíð eftir hálvan tíma legði innfyri við høgra beininum úr vinstru eftir nøkur góð trekk. Eyðsýndi klaksvíkingurin fann toppskjúttan í føroyskum fótbólti, men við aftaru stong fekk Klæmint ikki heilt ferð á heldur bleyta innleggi, og rumenski málverjin fekk jústað bóltin út til horna. Har vóru eisini nakrar góðar bóltflytingar á rumensku hálvuni; serliga frá Brandi, Halli og Bjartalíð.

[object Object]
Jóannes Bjartalíð varð valdur til dagsins leikara hjá Føroyum (Mynd: Sverri Egholm)

Tað gekk eisini fyri tað mesta heilt væl at verja egna brotsteig. Í tveimum førum gjørdist tað vandamikið, tá okkara mettu støðuna skeivt, men Gunnar bjargaði væl frá Hagi í fyrra førinum og stutt seinni fór bólturin framvið. Annars var talan um fleiri langskot og innlegg, ið ikki gjørdust vandamikil. Hetta mynstrið helt fram hálvan tíma inn í 2. Hálvleiki, har føroyska lið framvegis var ógvuliga vælskipað í verjustøðu við Atla Gregersen sum stýrimanni, og fekk hótt eitt sindur hinvegin.

Myndir: Føroyar - Rumenia

Rumenar høvdu ilt við at skapa upplagdar málmøguleikar hóast greiða yvirvág í spælinum. Føroyingarnir arbeiddu gróthart og rætt og tevjaðu stig. Mein eitt stórt korter fyri tíð sló Rumenia til. Frálík alvering í dýbdina av Stanciu og frálík renning í dýbdina av Puskas, ið eins og í mars skoraði móti Føroyum. Hetta var beint sum Jóan Símun Edmundsson varð skiftur inn, men ístaðin fyri at hann og føroyingarnir svaraðu aftur, lukkaði innskifti Mitrita dystin, tá bólturin stakk til hann, og hann, eins og Puksas, skeyt væl og flatt niður í longra málhornið uttan møguleika hjá Gunnari Nielsen. Í yvirtíðini gjørdist ósigurin óneyðuga stórur.

[object Object]
Brandur noyddist út orsakað av trupulleikum í baklærinum, men verður til reiðar at spæla týskvøldið (Mynd: Sverri Egholm)

Harvið vann Rumenia trý sera týdningarmikil stig í stríðnum fyri at fáa 2. plássi í bólkinum. Eftir hagtølunum var hetta avgjørt eisini uppiborið, men føroyska avrikið og evni til at halda Rumenia frá stórum málmøguleikum, saman við viljanum og dirvinum kundi, og var eisini nær við, at røkka til stig í kvøld. Talan var um eitt kvøld, har nógvir leikarar avrikaðu heilt væl: Millum annað vísti Heini Vatnsdal aftur sínar dygdir í miðverjuni, og Hallur Hansson spældi sera væl á sentrala miðvøllinum. Tað gjørdi Brandur Hendriksson eisini, men tíverri noyddist hann út tjúgu minuttir fyri leiklok. Hetta hevði eisini sína ávrikan.

Føroyar hava aftur dyst á Tórsvølli týskvøldið klokkan 19.45. Tá vitjar Malta. Um eina løtu fáa vit viðmerkingar.


EM undankapping, bólkur F - 7. Umfar.
Tórsvøllur 12. Oktober
Føroyar – Rumenia 0-3 (0-0)
74' George Puscas 0-1
83' Ionut Mitrita 0-2
93' Claudiu Keseru 0-3

Føroyska liðið Gunnar Nielsen - Gilli Rólantsson, Heini Vatnsdal, Atli Gregersen, Rógvi Baldvinsson (78’ Eli Falkvard Nielsen) , Viljormur Davidsen – Sølvi Vatnhamar, Brandur Hendriksson Olsen (71’ Andrias Høgnason Eriksen), Hallur Hansson, Jóannes Bjartalíð - Klæmint Andrasson Olsen(75’ Jóan Símun Edmundsson)

Áskoðaratal: 2.380

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder