Fótbóltur

6-1: Goncalo Ramos og Portugal í hopla

Portugal spældi utttan Ronaldo meginpartin av áttandapartsfinaluni, men ungi avloysarin og liðið lótu ongan iva um, at man skuldi víðari móti Sveis. Nú eru tveir HM-frídagar, áðrenn fjórðingsfinalurnar eru á skránni.

21-ára gamli Benfica-áleyparin Goncalo Ramos stjól yvirskiriftirnar í gjárkvøldið. Hann gjørdi hatttrikk í áttandapartsfinaluni móti Sveis - hetta var fyrstu ferð, at Ramos byrjaði inni í einum HM-dysti (Mynd: EPA)

21-ára gamli Benfica-áleyparin Goncalo Ramos stjól yvirskiriftirnar í gjárkvøldið. Hann gjørdi hatttrikk í áttandapartsfinaluni móti Sveis - hetta var fyrstu ferð, at Ramos byrjaði inni í einum HM-dysti (Mynd: EPA)

2022-12-07 06:58 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Hann byrjaði inni í øllum dystunum í bólkaspælinum og skoraði eitt mál - við brotssparki. Í síðsta dystinum móti Suðurkorea varð 37-ára gamli áleyparin útskiftur og vísti eitt slag av ónøgd. Síðani hevur ónøgd verið við Cristiano Ronaldo í Portugal. Í atkvøðugreiðslum hjá miðlum gav meginparturin til kennar, at tey ikki hildu, at Ronaldi burdi byrjað inni móti Sveis, og Fernardo Santos var heldur ógreiður um støðuna viðvíkjandi liðformanni sínum á tíðindafundi dagin fyri dystin.

Cristiano Ronaldo var eisini á bonkinum í 72 minuttir, tá Portugal og Sveis í gjárkvøldið spældu seinastu áttandapartsfinaluna í HM 2022. Har sá hann lið sítt "skera ígjøgnum" sveisiska liðið sum ein...sveisaraknív.  

Tað var avloysarin hjá liðformanninum, ið stjól yvirskriftirnar. Goncalo Ramos legði Portugal á odda í 17. minutti, tá 21-ára gamli áleyparin úr Benfica smekkaði bóltin upp í málhornið, ið var nærri, við vinstra beininum. Eitt korter seinni gjørdist miðverjin Pepe elsti málskjúttin nakrantíð í einum HM knock-out dysti (aftaná bólkaspælið), tá hann var hægstur eftir hornaspark frá Bruno Fernandes og skoraði til 2-0.

[object Object]

[object Object]
39-ára gamli Pepe sæst her flúgvandi og síðani fegnast

[object Object]
Hann gav Cristiano Ronaldo liðskiparabandið seinni í dystinum - Ronaldo sást fegnast saman við liðfeløgunum fleiri ferðir (Myndir: EPA)

Fimm minuttir inn í 2. hálvleik var Ramos aftur á blettinum, tá Diego Dalot legði flatt innfyri úr høgru, og áleyparin legði upp til Raphael Guerreiro, tá tíggju minuttir vóru leiktir av seinna hálvleiki. 4-0 og so var í roynd og veru avgjørt - talan var um frálíkt álop, har sera eyðsýndi Joao Felix eisini var við.

Sveis fekk stutt seinni minkað um munin - Akanj eftir hornaspark - men miðskeiðis í hálvleikinum skoraði Ramos fyrsta hattrikki, sum higartil er gjørt í hesum endaspælinum. Hann lyfti hegnisliga bóltin framvið Sommer, eftir at Felix hevði spælt hann frían. Goncalo Ramos hevur havt eitt sera gott kappingarár fyri Benfica og hevur skorað nógv mál í Portugal og eisini fimm í Champions League (undandystum íroknað) Hann spældi sín fyrsta A-landsdyst í síðsta mánaða og hevur nú fýra landsliðsmál í fýra dystum.

[object Object]

[object Object]
Ramos og liðfelagirnir høvdu nógv at fegnast um í gjár 

[object Object]
Rafael Leao, Goncalo Ramos og dystarbólturin sást (Myndir: EPA)

Innskifti Rafael Leao setti punktum við frálikum máli í yviríðini. Talan var um HM-mál nummar tvey hjá honum, og Portugal fer spákandi víðari til fjórðingsfinalu. Tað varð væntað, at talan fór at gerast um tætta uppgerð móti Sveis, men Portugal spældi framúr, meðan Sveis bert rakti málið einaferð. Leygardagin er hálvfinala millum Sveis og Portugal á skránni - nú eru tveir frídagar.

HM-áttandapartsfinalur 

Í dag, Týsdagin 06.12:

Portugal - Sveis 6-1 (2-0)

Marokko - Spania 3-1 eftir brotssparkskapping 
(0-0 eftir longda leiktíð)


Les eisini: Skelkur: Marokko sendi Spania út


HM-fjórðingsfinalur 


Fríggjadagin
09.12:

15.00: Kroatia - Brasil

19.00: Niðurlond - Argentina



Leygardagin 10.12: 

15.00: Marokko - Portugal

19.00: Ongland - Frakland

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder