Fótbóltur

Rangnick tekur yvir í United skjótast gjørligt

63-ára gamli týskarin skal vera fyribils venjari restina av kappingarárinum og skal síðani millum annað vera við til at velja langtíðarloysnina og sniða felagið og liðið frameftir. Carrick stendur aftur á odda til dystin hóskvøldið móti Arsenal.

Teit báðir týsku toppvenjararnir, ið hava vunnið Champions League innafyri seinastu trý árini, hava havt Rangnick sum eina venjarafyrimynd

Teit báðir týsku toppvenjararnir, ið hava vunnið Champions League innafyri seinastu trý árini, hava havt Rangnick sum eina venjarafyrimynd

2021-11-30 19:35 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Skjótt eftir, at Ole Gunnar Solsksjær og Manchester United endaðu samstarvið, varð greitt, at talan fór at vera eina fyribilsloysn í høvuðsvenjarastarvinum restina av kappingarárinum. Ralf Rangnick var næstan beinanvegin nevndur sum ein møguleiki. 63-ára gamli týskarin hevur í tveimum førum verið venjari hjá Schalke 04, har hann í 2011 vann týsku steypakappingina, og hann var maðurin, ið fekk lítla Hoffenheim upp í Bundesliguna. 

Tað mesta av seinastu níggju árunum hevur sambandið við Red Bull verið sterkt. Rangnick gjørdist í 2012 ítróttarstjóri í fótbóltsfeløgunum hjá Red Bull, og hann hevur eisini í tveimum førum verið høvuðsvenjari hjá RB Leipzig. Týska og eysturríkska felagi hava í sín mun staðið seg væl - í fjør segði Ralf Rangnick seg úr starvið, eftir at hann ígjøgnum fleiri lið hevði fingið nógv spennandi nøvn til feløgini.

Í summar tók hann við í leiðslustarvi í Lokomotiv Moskva, men nú vóru boð eftir honum úr Manchester. Har skal Rangnick vera høvuðsvenjari restina av 2021/2022, og síðani skal týskarin halda fram í felagnum í tvey ár sum ráðgevi. Bretskir miðlar skriva, at "Fótbóltsprofessarin" fer at hava stóra ávirkan á, hvønn veg stórfelagið fer innan millum annað leikhátt og eisini á, hvør verður settur sum venjari til næsta kappingarár og frameftir. 

Maðurin, sum hevur verið ein kelda til íblástur fyri venjarar sum Thomas Tuchel og Jürgen Klopp, og sum vil spæla fótbólt við høgum trýsti og nógvum inntensiteti, er nú í Onglandi. Arbeiðsloyvi hansara er tó ikki komið uppá pláss, skrivar Sky Sports, og tískil skal Micheal Carrick fyri triðju ferð standa á odda fyri United hóskvøldið, tá Arsenal vitjar. Higartil hevur 40-ára gamli fyrrverandi United-leikarin fingið ein sigur og ein javnleik - ávíkavist í Villareal og í London móti Chelsea. Carrick verður verandi í venjaratoyminum hjá Rangnick, ið møguliga fyri fyrstu ferð verður á síðlinjuni sum Manchester United-venjari í næstu viku, tá seinasti dystur í Champions League bólkaspælinum er á skránni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder