
Rannvá Olsen skifti í summar úr VÍF til Ejstrup/Hærvejen. Felagið úr Midtjyllandi spældi í fjør upp- og niðurflytingardystir um at at koma upp í bestu donsku deildina, men tað gekk ikki.
Eftir fýra umfør í 2025/2026 er Ejstrup/Hærvejen beint undir play-off plássi (nummar fýra av 12). Í gjár eydnaðist at vinna triðja sigurin á rað. Hann kom í hús í Sæby í norðara parti av Jútlandi, har Rannvá Olsen og tær vunnu 30-26.
Føroyski landsliðsvongurin átti sín leiklut við millum annað fimm málum - næstflest av øllum.
Rannvá hevur higartil verið effektiv í næstbestu donsku deildini, og í sigrinum í 3. umfari gjørdist hon dagsins spælari. 22-ára gamla vestmannakvinnan sær út til at fáa týðandi leiklut í felagnum.
Rannvá Olsen í nýggja búnanum (Mynd: í Ejstrup-Hærvejen)
Sum tað sást móti Litava í HM-playoff dystunum í apríl, kann tað væntast, at Rannvá Olsen fær størri leiklut á landsliðnum, nú Turið Arge Samuelsen er givin. Hon kappast við Annu Elisabeth Halsdóttir Weyhe um plássið á vinstra vongi - báðar hava eisini ávísar dygdir sum bakspælarar.
Ejstrup/Hærvejen spælir ikki um vikuskiftið. Næsta uppgávan hjá Rannvu Olsen er við landsliðnum: Føroyska ferðalagið fer til Íslands, spælir har næsta mikudag (15. oktober) og við Tjarnir móti Montenegro leygardagin 18. oktober. Talan er um fyrstu dystirnar í undankappingini til EM 2026.
Atgongumerki til dystin kunnu keypast her
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald