Fótbóltur

Real Madrid vendi øllum á høvdið í seinnu hálvfinaluni

Mest vinnandi felagið í Champions League-søguni vísti seg aftur at hava okkurt serligt og skal 28. mai møta Liverpool í París. Hetta, hóast Manchester City var á odda við tveimum málum samanlagt, tá 89 minuttir vóru leiktir.

Karim Benzema sendi við brotssparki lið sítt í finaluna. Fraklendingurin hevur verið framúr í knock-out dystunum (Mynd: EPA)

Karim Benzema sendi við brotssparki lið sítt í finaluna. Fraklendingurin hevur verið framúr í knock-out dystunum (Mynd: EPA)

2022-05-04 23:02 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Real Madrid og Champions League hanga saman á ein serligan hátt. Hetta er av álvara prógvað seinastu vikurnar, tá spanska kongafelagið er komið flott aftur í uppgerðunum móti PSG (í áttandapartsfinaluni) og Chelsea (í fjórðingsfinaluni), men í kvøld bar av øllum, tá Manchester City varð sent út, hóast ensku meistaranir vóru á odda við tveimum málum, tá 89 minuttir vóru leiktir av seinni hálvfinaluni.

Tað varð ikki eins undirhaldandi sum á Etihad í síðstu viku, tá City vann 4-3, og Real Madrid tríggjar ferðir minkaði um munin úr tveimum, men talan gjørdist um risa drama á Santiago Bernabeu. 

Riyad Mahrez fekk hol á í 73. minutti, tá høgri vongurin smekkaði bóltin framvið Thibaut Courtois eftir gott City-álop. So stóð illa til hjá Real Madrid, og næsta korterið ella so bendi einki á, at liðið hjá Carlo Ancelotti fór at venda tí. Guardiola og hansara menn tyktust at hava fullkomiliga tamarhald á tí, De Bruyne varð skiftur út, men so sló ein 21-ára gamal brasliumaður til.

Landsmaðurin Vinicius Junior hevði givið City-verjuni høvuðbrýggj, men tað var Rodrygo, sum varð skiftur inn miðskeiðis í 2. hálvleik, ið var á rætta staði í 90. minutti, tá Karim Benzema fekk beint bóltin inn í málteigin. So kókaði á Santiago Bernabeu og umleið ein og hálvan minutt seinni legði Carvajal væl inn úr høgru, bólturin varð snittaður, og so stútaði Rodrygo bóltin í málið til 2-1.

[object Object]Rodrygo javnar her til 2-2 samanlagt (Mynd: EPA)

5-5 samanlagt og hetta merkti longda leiktíð, og at tað lá til Real Madrid. Sponsku meistararnir slóu eisini til næstan beinanvegin, eftir at Ruben Dias feldi Karim Benzema. Eins og í síðstu viku á Etihad, var Champins League-toppskjúttin ísakaldur úr ellivu metrum, og so koyrdi heimaliðið sigurin heim - City hevði bert ein veruligan møguleika eftir hetta, men vælleikandi Courtois bjargaði stútara frá Foden væl, og Real vann eins og í fjórðingsfinaluni eftir comeback og longda leiktíð móti enskum felagi.

Pep Guardiola hevur megnað nógv sum venjari, men hóast góðar fyritreytir hevur hann ikki vunnið Champions League seinastu ellivu árini, og City hevur ongantíð vunnið kappingina. Tað verður heldur ikki hesuferð - tað verður tað møguliga hjá Real Madrid, ið er í finaluni í heilt stóru kappingini fyri 17. ferð. Trettan ferðir er tað eydnast at vinna kappingina - einaferð undir júst Ancelotti.

Liverpool er mótstøðuliðið í finaluni, sum verður leikt í París leygardagin 28. mai.

Champions League hálvfinalur

Í kvøld - 04.05
Real Madrid  - Manchester City 3-1 (eftir longda leiktíð) - 6-5 samanlagt

Í gjár
Villareal - Liverpool 2-3 -  2-5 samanlagt

Les eisini: Triðja finalan seinastu fimm árini

[object Object](Mynd: EPA)

[object Object](Mynd: EPA)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder