Fótbóltur

Reytt kort og ruðuleiki: Vánaliga gongdin hjá HB heldur fram

Tað bleiv dramatiskt móti endanum í Gundadali tá vágamenn í yvirtíðini javnaðu til 2-2. Lítla løtu seinni helt man, at HB kortini fekk bjargað sær øll trý stigini, men eftir ruðuleika eina løtu, dømdi Eiler Rasmusen rangstøðu.

Mynd: Jóanis Albert Nielsen / Jn.fo

Mynd: Jóanis Albert Nielsen / Jn.fo

2022-05-01 17:57 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað gongur illa hjá HB, sum undan kappingarárinum var mett at vera ein av avbjóðarunum til FM. 2-2 javnleikurin ímóti 07 Vestur seinnapartin staðfesti vánaligu gongdina.

HB byrjaði annars væl í dystinum, sum varð leiktur í góðveðrinum á Ovara vølli í Gundadali. Við flottum spæli kundi Stefan Radosavljevic leggja HB á odda 1-0 tá 21. minuttir vóru leiktir.

Havnarmenn sótu á dystinum, og í 38. minutti gav trýstið aftur úrslit, tá ein vágamaður var óheppin og setti bóltin í egið mál.

Tíðliga í seinna hálvleiki minkaði 07 Vestur um munin til 2-1 við brotssparki, og hetta gav teimum blóð upp á tonna.

Í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat bragdaði hjá Høgna Egilstoft Nielsen, sum javnaði til 2-2.

Lítla løtu seinni varð bólturin í netinum í hinum endanum, men eftir mikið rok varð málið ikki viðurkent og rangstøða varð dømd. Júst hvør HB-leikari var rangstaddur, var ilt at síggja, men linjuverjin metti seg hava sæð eitthvørt.

Teitur Matras Gestsson fekk eftir dystin reytt kort fyri kjaftaslit. Sostatt er HB uttan landsliðsmálverjan ímóti KÍ næsta umfar.

HB hevur fimtan stig aftaná átta umfør, og tað er tí langt upp til KÍ, sum hevur 24 stig. 07 Vestur hevur níggju stig á sætta plássið.

Ein annar dystur varð leiktur í Betri deildini í dag. Tað var grannauppgerðin millum NSÍ og Skála. Hóast nógv trýst frá Skála, vunnu runavíkingar dystin tepurt 2-1. Ein kærkomin sigur hjá NSÍ, sum nú hevur níggju stig. Skála liggur aftast í deildini við trimum stigum.

Úrslit og málskjúttar 8. umfar

HB - 07 Vestur 2-2 (2-0)
21’ Stefan Radosavljevic 1-0
38’ Sjálvmál 2-0
55’ Ronni Møller Iversen 2-1
90’ Høgni Egilstoft Nielsen 2-2

NSÍ - Skála 2-1 (2-0)
15’ Klæmint Andrasson Olsen 1-0
27’ Klæmint Andrasson Olsen 2-0
46’ Jan Ingason Hansen 3-0 (br.)

EB/Steymur - B68 2-1 (1-1)
30’ Lukasz Cieslevicz 0-1 (br.) 
31’ Philip Djordjevic 1-1
83’ Andras Olsen 2-1

AB - B36 0-3 (0-2)
35’ Brian Jakobsen 0-1
38’ Michal Przybylski 0-2
47’ Martin Agnarsson 0-3

KÍ - Víkingur 1-0 (0-0)
54’ Páll Andrasson Klettskarð 1-0

Støðan í Betri deildini menn

1. KÍ (24 stig)
2. Víkingur (15 stig)*
3. HB (15 stig)
4. B36 (13 stig)
5. EB/Streymur (13 stig)
6. 07 Vestur (9 stig)
7. NSÍ (9 stig)
8. B68 (5 stig)
9. AB (4 stig)*
10. Skála (3 stig)

*Ein dyst færri


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder