Fótbóltur

Rochdale kroysti United út í brotssparkskapping á Old Trafford

Liverpool gjørdi sítt, Chelsea skoraði heili sjey ferðir, og Oxford úr triðbestu deildini settu West Ham uppá pláss.

United hevði als ikki nakað løtt kvøld móti Rochdale, men kom tó víðari (Mynd: EPA)

United hevði als ikki nakað løtt kvøld móti Rochdale, men kom tó víðari (Mynd: EPA)

2019-09-25 23:42 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í gjár vórðu átta dystir leiktir í EFL Cup. Har var mest áhugaverda úrslitið, at Colchester úr fjórðbestu deildini sendi Champions League-finalistin Tottenham út eftir brotssparkskapping

Í kvøld vóru aftur átta dystir, og harvið er nú klárt til áttandapartsfinalurnar. Har komu øll tey størstu feløgini, uttan Tottenham. Tað var tó um reppið, at Manchester United upplivdi eina líknandi lagnu sum Tottenham.

Dýrtkeyptu Wan-Bissaka og Fred, Jesse Lingard og Paul Pogba vóru millum nøvnini frá byrjan hjá Manchester United, sum tók ímóti Rochdale úr triðbestu deildini. Hóast stóra leikliga yvirvág var tað ikki fyrrenn 17-ára gamli Mason Greenwood sló til miðskeiðis í 2. hálvleiki, at United-áskoðarnir kundu fegnast eitt sindur. Hetta helt tó ikki leingi: Eitt korter fyri tíð kom bert 16-ára gamli høgri bakkurin Luke Mathesonfyrst á ein leysan bólt í United-brotsteignum, og so var skelkur á Old Trafford.

Einki mál kom afturat, og so var brotssparkskapping neyðug. Har vóru United-leikararnir ísakaldur - allir skoraði og fullkomiliga eyðmýkingin varð ikki veruleiki. Flott avrik av Rochdale, men tað  heilt týðiligt, at liðið hjá Solskjær er sera viðbrekið og roynir at finna seg sjálvt.

West Ham, ið basti United sunnudagin, varð sligið út av liðið úr triðbestu deildini. Oxford vann heili 4-0 á gestunum úr Premier League.

Chelsea hevði als ongar trupulleikar, og Liverpool gjørdi ikki meira enn neyðugt. Chelsea skal møta United í áttandapartsfinalunum - Liverpool fær Arsenal á vitjan. Hetta er greitt eftir lutakastið í kvøld.


Úrslitini í dag:

Brighton – Aston Villa 1-3

Burton – Bournemouth 2-0

Chelsea – Grimsby 7-1

Milton Keynes – Liverpool 0-2

Oxford United – West Ham 4-0

Sheffield United – Sunderland 0-1

Wolves – Reading 1-1 (5-3 eftir brotsspørk)

Manchester United - Rochdale 1-1 (6-4 eftir brotsspørk)


Áttandapartsfinalurnar:

Everton v Watford

Aston Villa v Wolverhampton Wanderers

Manchester City v Southampton

Burton v Leicester

Crawley v Colchester

Chelsea v Manchester United

Oxford v Sunderland

Liverpool v Arsenal

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder