
FedEX " Team of the Week" hjá UEFA verður millum annað eisini valt eftir hvørt umfar í Europa League. Tað eru tøl frá avrikinum hjá hvørjum einstøkum leikara og ávirkanin hjá viðkomandi í einum dysti, ið er avgerandi.
Sí eisini: Rógvi: Ein perfektur dagur
Rógvi Baldviinsson hevði høgt alveringsprosent móti Malta, har hann leikti allar 90 minuttirnar sum vinstri miðverji. Tað er eisini tað plássið, ið 29-ára gamli leikarin sum til dagliga spælir í triðbestu deildini røkir. Á liðnum er tað serliga álopsketan, ið loypir í eyguni: Romelu Lukaku úr Belgia, Harry Kane hjá Onglandi, og polska superstjørnan Robert Lewandowski. (Mynd: UEFA)
At Rógvi er á liðnum hongur í stóran mun saman við, at hann skoraði einasta og harvið avgerandi málið í 1-0 sigrinum á Malta týskvøldið. Hetta gav Føroyum fyrstu stigini í hesari undankappingini og Lars Olsen og Atla Gregersen ein perfektan enda á heimavølli.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald