Fótbóltur

Rógvi við í venjaratoyminum hjá 07 Vestur

07 Vestur víðkar nú venjaratoymið, og nýggi maðurin er Rógvi N. Poulsen av Argjum, sum verður fysiskur venjari hjá Betri Deildin, og elstu ungsdómsliðunum.

Jón Nordendal, formaður í 07 Vestur (t.v.) og Rógvi N. Poulsen (Mynd: 07Vestur)

Jón Nordendal, formaður í 07 Vestur (t.v.) og Rógvi N. Poulsen (Mynd: 07Vestur)

2022-06-09 07:29 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í nakrar mánaðar hevur 07 Vestur mangla serskilan fysiskan venjara, og við nýsetta venjaranum, Rógva N. Poulsen, er hesin knúturin loystur.

Rógvi kemur, umframt at verða partur av toyminum hjá Michael Schjønberg í Betri Deildini, eisini at leggja fysiskar venjingar til rættis hjá dreingjum U15 og U17.

Rógvi N. Poulsen er 32 ára gamal, og spældi so seint sum í ár í Betri Deildini, har hann hevur leikt yvir 200 dystir. Fyri kortum gavst hann í AB, har hann spældi á hægsta stigi. Hann hevur annars umboðað HB í fleiri ár og eisini B36.

Sum venjari hevur Rógvi, hóast hann er ungur enn, eisini havt fleiri størri uppgávur, t.d. sum leikandi høvuðsvenjari hjá AB og sum høvuðsungdómsvenjari hjá sama felagi. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder