Hann skifti úr H71 á sumri 2023, eftir eitt FM-heiti og eftir at hann varð kosin ársins spælari í Burn-deildini.
Nú bendir nógv á, at Rói Ellefsen á Skipagøtu skiftir felag aftur skjótt.
Sáttmálin við svenka Hallby gongur út í summar. Liðið liggur í løtuni triðniðast í bestu svensku deildini.
Sambært góðum keldum hjá Portalinum er ein avtala aðrastaðni við at koma uppá pláss hjá 22-ára gamla hoyvíkinginum.
Sum skilst er hetta í Danmark, og væntandi verður okkurt kunngjørt skjótt.
Rói Ellefsen á Skipagøtu vísti seg væl fram í landsdystunum móti Italia undan EM-endaspælinum, og móti Sveis spældi snildi spælskiparin sínar fyrstu endaspælsminuttir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald