Fótbóltur

Róin Schrøter: - Niðurstøðan var púra greið

Umstøðurnar at venja seinastu tíðina hava ikki verið nóg góðar, og umstøðurnar til at spæla um vikuskiftið eru ikki nóg góðar kring landið, sigur formaðurin í Kappingarnevndini hjá FSF, ið kemur inn á fleiri óviss viðurskifti sum grundgeving fyri útsetingarnar.

Tað var umráðandi at tosa við feløgini, ið stóðu til at hava heimavøll og at gera eina heildarmeting. Hetta sigur Róin Schrøter um útsetta umfarið

Tað var umráðandi at tosa við feløgini, ið stóðu til at hava heimavøll og at gera eina heildarmeting. Hetta sigur Róin Schrøter um útsetta umfarið

2023-03-17 20:38 Author image
Agnar Prestá
placeholder

At Fótbóltssamband Føroya um middagsleitið avgjørdi, at allur fótbóltur um vikuskiftið skuldi útsetast hevur vakt nakað av undran og ónøgdsemi í fleiri feløgum og millum fótbóltsfjepparar.

Hóast nógvur kavi liggur enn, so er støðan batnað, og forsøgnin til vikuskiftið sær rímiliga góð út. Flestu liðini í Betrideildini hjá monnum spæla eisini venjingardyst í morgin – tó er tað á bara tveimum vallum.

Les eisini: Átta lið spæla venjingardyst skranni í morgin

Portalurin hevur vent sær til Róin Schrøter. Formaðurin í kappingarnevndini hjá Fótbóltssambandið Føroya greiðir frá, at tað fyri tey var umráðandi at gera eina heildarmeting. Hetta við millum annað at tosa við feløgini ið stóðu til at hava heimavøll í einari ella fleiri av vaksnamannadeildini.

- Nú hevur hesin kavin ligið leingi, og tað hevur næstan verið søguliga nógvur. Tað hevur gjørt tað trupult at grava so at siga allastaðni í landinum, og liðini hava ikki fyrireikað seg sum ætlað. Vit hava hugt eftir ymisku støðunum og hava verið í samband við øll feløgini, sum hava heimavøll.

Tá alt varð lagt saman, so var eingin ivi.

- Samanumtikið var tann púra greiða niðurstøða, at tað samanlagt ikki eru nóg góðar umstøður at spæla um vikuskiftið. Hesa avgerðina vóru vit samd í, og eg merkti, at flestu feløgini eisini vóru tað í afturmeldingunum.

[object Object]
Kavarudding hevur verið fastur táttur nógvastaðni seinastu dagarnar, men í flerii støðum hevur tað verið vónleyst og er útgerðin ikki til tað (Mynd: FSF)

Róin Schrøter vísir eisini á, at um hugt verður eftir veðurforsøginini, so stendur okkurt æl at vera í morgin til dømis, og um hetta er kavi, so kunnu vit koma í trupulleikar. Frost kann eisini gera um seg, og so verður tað vandamikið.

Tað er eingin ivi um, at Kappingarnevndin og øll feløgini grundleggjandi ynskja, at tað verður spælt eftir ætlan. Tað staðfestir formaðurin í nevndini, men samstundis at tað ikki hevði verið tað rætta í hesum førum. Men hvørjir faktorar gjørdu seg serliga galdandi í avgerini, ið varð tikin eitt sindur meira enn eitt samdøgur, áðrenn fleiri dystir skuldu spælast.

- Tað mest umráðandi sjónarmiðið var, at allar kappingarnar skulu fylgjast, og at tað ikki verður sett upp so, at okkurt lið møguliga longu hevur spælt fleiri dystir enn okkurt annað. Ein annar faktorur er, at liðini ikki hava fingið vant ordligt hesar seinastu vikurnar, og eisini at tað hevur munur á, hvørjar fyritreytir ymisku liðini hava havt vegna kavan. Her spælir skaðafyrbyrging eisini inn, og er tað umráðandi fyri feløgini og eisini landsliðini; millum annað skal A-landsliðið við monnum avstað í næstu viku, og har spæla flestu spælararnir í heimligu kappingini.

Til síðst sigur Róin Schrøter við Portalin, at ikki ber til at siga við vissu, nær tað sum eitur 3. umfar í Betrideildini hjá monnum verður spælt. Dystarskráin sær longu kroyst út, og hvalbingurin staðfestir, at allir dystirnir, ið skuldu vera um vikuskiftið, verða avgreiddir áðrenn summarsteðgin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder