Hondbóltur

Royndir H71'arar: - Høvdu ikki væntað at komið á landsliðið aftur

Tóraldur Kollsker og Peter Krogh fegnast um FM-finalusigurin, hóast tunga byrjan á Hálsi. Alt kann avgerðast leygarkvøldið í Hoyvík - eftir finalurøðina snýr tað seg um landsliðið hjá teimum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2026-04-22 22:34 Author image
Agnar Prestá
placeholder

- Hevði ikki trúð, at eg fór at hava møguleikan at koma við aftur.

- Hevði als ikki sæð hetta fyri mær, tá vit fluttu heim aftur.

Soleiðis søgdu ávikavist Peter Krogh, landsliðsliðskipari, og Tóraldur Kollsker, málverji sum ikki hevur verið á landsliðnum síðani januar 2020.

Sí eisini: Peter Krogh og Tóraldur Kollsker aftur í landsliðnum til lagnudystirnar

Verjuovastin var darvaður av skaða í seinna kappingarárið hansara í Danmark og hevur eisini havt onkrar skaðar síðani afturvendanina í H71. Harvið hevur hann ikki verið á landsliðnum í eitt og eitt hálvt ár

Í hálvfinalurøðini og í teimum báðum finalunum hevur Peter Krogh verið týðadi í H71-miðverjuni, og í løtum á bakkinum, og hann skal við til lagnudystirnar móti Bosnia.

[object Object]
Petur Krogh hevur sanniliga gjørt sítt í endaspælinum higartil. Tað kann væntast, at hann verður at síggja í verjuni á A-landsliðnum móti Bosnia í mai (Mynd: Sverri Egholm)

Tóraldur Kollsker skal eisini við í mai. Hann hevur í løtum veruliga gjørt vart við seg fyri barndómsfelagi, síðani málverjin kom aftur úr Danmark tíðliga í fjør. Í árunum í Danmark spældi hann millum annað í næstbestu deildini - við FIF og eisini IF Stadion - og seinastu tíðina í ÍF Føroyum.

Nú 31-ára gamli hoyvíkingurin var við til HM undan-undandystir í Luksemborg í januar 2020.

[object Object]
Tóraldur í Luksemborg - her saman við Róki Akralíð sum hann spældi ímóti í kvøld

[object Object]Myndir: Sverri Egholm

Royndu menninir seta í videobrotinum orð á tað at verða útitkin til landsliðið aftur, umframt stóra sigurin í kvøld

Sí eisini: H71 køvdi Kyndil á Hálsi - beina kós móti FM


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder