Royndirnar bóru Real Madrid enn einaferð

Borussia Dortmund var betri í 1. hálvleiki, men 2. hálvleik átti liðið hjá Carlo Ancelotti. Carvajal og Vinicius skoraðu, har tann fráfarandi Toni Kroos og nýggja stjørnan Bellingham løgdu upp.

Toni Kroos takkaði fyri seg sum Real Madrid-spælari í stórum stíli. Týskarin stýrdi spælinum í 2. hálvleiki og skapti fleiri málmøguleikar við sínum frálíka høgra fóti (Mynd: EPA)

Toni Kroos takkaði fyri seg sum Real Madrid-spælari í stórum stíli. Týskarin stýrdi spælinum í 2. hálvleiki og skapti fleiri málmøguleikar við sínum frálíka høgra fóti (Mynd: EPA)

2024-06-01 22:26 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Í nógv ár í hesari øldini jagstraði Real Madrid "La Decima". Tað tíggjunda Champions League/Evropa Cup fyri meistaralið kom í hús í 2014, og tíggju ár seinni hevur felagið vunnið kappingina samanlagt 15 ferðir.

Real Madrid vann sum væntað í finaluni á Wembley í kvøld. Borussia Dortmund avrikaði tó betri í fyrra hálvleiki og hevði fleiri vandamiklar støður. Týska liðið burdi verið á odda í steðginum men tók tó ikki av, og so gjørdi Real Madrid tað, sum felagið megnar so væl: At avgerða finalur.

Dani Carvajal hevði verið nær við eftir horna úr vinstru frá Toni Kroos rímiliga tíðliga í 2. hálvleiki, og í 74. minutti royndu teir royndu spælararnir uppskriftina aftur. Týskarin skeyt væl innfyri, høgri bakkurin søkti ímóti fremsta økið og stýrdi bóltinum flott í málið við høvdinum. Hetta var sætta finalan hjá Carvajal, og við hesum málinum stýrdi spaniólin felagnum móti sætta heitinum uppá ellivu ár.

[object Object]
Lágvaksni høgri bakkurin gjørdi bart - Carvajal var sera vandamikil í samband við hornaspørk (Mynd: EPA)

[object Object]Bert annað málið hjá nummar tvey hjá Real Madrid í Champions League nakrantíð - her fegnast Dani Carvajal saman við liðformanninum Nacho, ið nú gevst í felagnum (Mynd: EPA)

Carvajal hevði frammanundan bert eitt mál í 88 Champions League-dystum. Leiðslumálið hevði hingið í luftuni eina løtu, har eisini Jude Bellingham var nær við. Fyrrverandi Dortmund-miðvallarin fekk eitt upplegg í finaluni í heimlandi sínum, tá hann í 83. minutt fekk eina gávu frá Dortmnund-verjuni. Bellingham fann síðani Vinicius Junior í vinstru, og vandamikli vongurin gjørdi sum í finaluni móti Liverpool fyri tveimum árum síðani, tá brasilumaðurin avgjørdi: Skerpni, royndir,  evni til at revsa og samanlagt tamarhald eyðkennir Real Madrid.

[object Object]
Vinicius Jr. kundi fegnast, meðan luftin fór úr ballónini hjá Dortmund (Mynd: EPA)

[object Object]Teir flestu hjá Real Madrid hava fleiri Champions League-gull heiðursmerki, men hetta var tað fysta hjá Jude Bellingham, sum var kensluborin eftir síðsta bríksl (Mynd: EPA)

[object Object]Ungi onglendingurin troystaði eisini onkrar av gomlu liðfeløgunum (Mynd: EPA)

So var eingin ivi um, hvar steypið fór. Spanska felagið staðfesti aftur, at man situr á stóru kappingini. Carlo Ancelotti hevur vunnið tað seks ferðir nú: Fýra ferðir sum venjari og tvær ferðir sum spælari (Trý við AC Milan og tríggjar ferðir við Real Madrid). Toni Kroos endaði sína felagsyrkisleið á toppinum, og Nacho endaði sína Real Madrid-tíð við at lyfta stóra steypið sum tann fyrsti.

Champions League-finalan 2024
Leygardagin 01.06 á Wembley
Real Madrid - Borussia Dortmund 2-0 (0-0)
74' Dani Carvajal (Toni Kroos) 1-0
83' Vinicius Junior (Jude Bellingham) 2-0

[object Object]Zidane kom við steypinum, sum hann bæði vann sum spælari og venjari (Mynd: EPA)

[object Object]Steypið kundi liðið hjá Carlo Ancelotti lyfta aftur (Mynd: EPA)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder