Fótbóltur

Rúna Olsen á landsliðið fyri fyrstu ferð

Hópurin er nú úttikin til Baltic Cup hjá kvinnulandsliðnum, sum verður í Estlandi 3.-10. oktober.

Rúna Olsen her í dysti fyri NSÍ móti KÍ hóskvøldið (Mynd: Sverri Egholm)

Rúna Olsen her í dysti fyri NSÍ móti KÍ hóskvøldið (Mynd: Sverri Egholm)

2022-09-20 14:48 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Eftir lokna HM undankapping, hevur A-landsliðið við kvinnum eina uppgávu eftir í altjóða høpi í ár. Talan er um Baltic Cup, har Føroyar luttaka saman við baltisku londunum Estlandi, Lettlandi og Litava. Kappingin í ár verður spæld í Estlandi í døgunum 3.-10. oktober, og hon verður skipað við hálvfinalu og finalu/dysti um 3.-4. pláss.

Við lutakasti er avgjørt, at Føroyar spæla hálvfinalu móti Lettlandi 6. oktober, og vinnarin av tí dystinum skal síðan spæla móti vinnaranum av dystinum millum Estland og Litava tríggjar dagar seinni.

Landsliðsvenjarin hevur nú úttikið hópin til kappingina, og samanborið við landsdystirnar í september, so eru tvær broytingar í hópinum. Rakul Maria Johannesen er úti við skaða og harumframt er Ansy Sevdal Jakobsen heldur ikki tøk hesaferð.

Ístaðin hevur landsliðsvenjarin sent boð eftir einum øðrum NSÍ miðvallara, 21 ára gomlu Rúnu Olsen, sum er úttikin til A-landsliðið á fyrsta sinni. Harumframt er Kára Djurhuus frá EBS/Skála eisini úttikin til Baltic Cup, og hópurin telur sostatt 21 spælarar.

Hópurin
Julia Naomi Mortensen, AaB
Ásla Johannesen, AGF
Olga Kristina Hansen, B36
Valborg Østerø, B36
Lea Símunardóttir Lisberg, EBS/Skála
Kára Djurhuus, EBS/Skála
Rúna Jacobsen, HB
Sarita Maria Mittfoss, HB
Ása Stórá Carlsen, HB
Rebekka Fjallsá Benbakoura, HB
Birita Ryan, KÍ
Hervør Hansdóttir Olsen, KÍ
Óluva Allansdóttir Joensen, KÍ
Sanna Judith Frida Svarvadal, KÍ
Tóra Mohr, KÍ
Tórunn Højgaard Joensen, KÍ
Rúna Olsen, NSÍ
Heidi Sevdal, NSÍ
Jensa Kannuberg Tórolvsdóttir, Víkingur
Maria á Lakjuni, Víkingur
Mona Rasmusdóttir, Víkingur

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder