Hondbóltur

Sætta og seinasta uppgávan í undankappingini verður klokkan 17

Talan verður um seinasta landsdyst hjá Bjartu Johansen. FM1 sigur frá hondbóltsbrakinum í Podgorica, og Portalurin fylgir gongdini tætt.

Bjarta Osberg Johansen hevur verið trúgv og støðuføst á strikuni á landsliðnum. Í dag verður talan um hennara landsdyst nummar 57 - tann seinasta fyri Føroyar og verður hann spældur í høllini, har havnarkvinnan er avmyndað her (Mynd: Sverri Egholm)

Bjarta Osberg Johansen hevur verið trúgv og støðuføst á strikuni á landsliðnum. Í dag verður talan um hennara landsdyst nummar 57 - tann seinasta fyri Føroyar og verður hann spældur í høllini, har havnarkvinnan er avmyndað her (Mynd: Sverri Egholm)

2026-04-12 09:22 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Podgoricia, Montenegro (Portalurin): Montenegro og Føroyar eru longu víðari til EM, men dysturin tíðliga í kvøld hevur eitt sindur at siga - eisini sinnisliga.

Í fyrsta umfari í undankappingin vann Montenegro við seks málum við Tjarnir, og í HM-bólkaspælinum vann Balkan-liðið við fimm málum.

[object Object]
Maria Pálsdóttir Nólsoy og hinar hava roynt seg móti kropsliga sterku spælarunum hjá Montenegro tvær ferðir innan seinasta hálva árið (Mynd: Sverri Egholm)

Føroyska liðið skal í øllum førum royna at nærkast hægst styrkismetta liðnum. At vinna bólkin er ósannllíkt - til tess krevst ein sigur á sjey mál.

EM-undankapping, bólkur 4.
6. og seinasta umfar, 12. apríl
17.00: Montenegro - Føroyar
17.00: Ísland - Portugal

Støðan í bólkinum eftir fimm av seks umførum

1. Montenegro 8 stig *
2. Føroyar 6 stig *
-----------------------
3. Portugal 4 stig 
4. Ísland 2 stig 

* Vìðari til EM-endaspælið í desember

Tvey tey ovastu fara víðari til EM-endaspælið, sum er á skránni í desember. Mest sannlíkt kemur besti trýarin eisini víðari úr hesum bólkinum. Harvið spæla Ísland og Portugal um EM-pláss á Hafnafjørðinum í dag

Claus Mogensen: - Vilja nærkast tí vit gjørdu móti Íslandi

EM-plássið kom í hús fyrr í vikuni - nú snýr tað seg um at enda væl í bestu undankapping hjá kvinnunum higartil.

Tað vil Bjarta Johansen eisini í hennara seinasta landsdysti.

- Eftir 14 ár á A-landsliðnum hevur Bjarta Osberg Johansen valt at takka fyri seg í landsliðshøpi. Útidysturin í Montenegro verður sostatt hennara seinasti dystur fyri Føroyar. Talan verður um hennara landsdyst nr. 57 fyri Føroyar, og hevur Bjarta sostatt spælt næstflest landsdystir fyri Føroyar. Bjarta spældi sínar fyrstu landsdystir fyri Føroyar í 2012 í Challenge Trophy kapping í Bulgaria. Trúfasti strikuleikarin verður 33 ár um nakrar dagar, tann 28. apríl. Bjarta hevur við sínum arbeiðssemi hevur verið ein týdningarmikil leikari fyri Føroyar, bæði á og uttanfyri vøllin. Bjarta hevur verið ein leikari, ið altíð hevur givið seg fult út fyri liðið, og at røkka 57 landsdystir er eitt sera flott avrik.

Soleiðis skrivar Hondbóltssamband Føroya, í sambandi við at at drúgvi strikuspælarin í dag takkar fyri seg.

Hoyr eisini: Spurnarkapping millum fýra landsliðsleikarar og hugleiðingar um svanasongin hjá Bjartu

Spælt verður á komandi heimavøllinum hjá Súnu Krossteig Hansen: Montegrinska stórfelagið, ZRK Buducnost, spælir vanliga í Bemax leikhøllini.

Sí eisini: Súna Hansen á sínum nýggja heimavølli: - Hetta er kuul

Myndir: Seinasta venjingin undan seinasta undandystinum

FM1 sigur frá landsdystinum frá beint fyri klokkan 17. 

Portalurin hevur beineiðis blogg, har til ber at fylgja gongdini í teksti og myndum. Meira tilfar verður eisini á báðum síðum seinni


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder