Fótbóltur

HB tveitt venjaran til hús

Danski Kim Engstrøm hevur verið høvuðsvenjari hjá Betri-monnunum hjá HB síðan januar.

(Mynd. Jens Kr. Vang)

(Mynd. Jens Kr. Vang)

2022-05-16 11:15 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nevndin í HB hevur gjørt av at enda samstarvið við høvuðsvenjaran hjá Betri monnum, Kim Engstrøm. Hann hevur verið í starvinum síðan 11. januar

Tað boðaði HB frá fyri løtu síðani.

– Gongdin seinastu dystirnar hevur ikki verið nøktandi, og tí metir nevndin, at tørvur er á nýggjum íblástri og at skifta høvuðsvenjara. Kim hevur víst ídni og eldhuga allan vegin, meðan úrslitini ikki hava verið nøktandi, í mun til tey mál vit sum felag seta okkum, skrivar nevndin.

HB spældi í gjár javnt 1-1 móti botnliðnum Skála. HB hevur 16 stig og liggur á fjórða plássið.

Nýggjur venjari verður kunngjørdur innan stutta tíð, verður sagt.

Sí eisini: Myndir: Fegnaðust um stig móti kreppurakta HB

Stigatalva Betri deildin menn

1. KÍ (30 stig)
2. Víkingur (24 stig)
3. B36 (19 stig)
4. HB (16 stig)
5. EB/Streymur (14 stig)
6. AB (10 stig)
7. 07 Vestur (9 stig)
8. NSÍ (9 stig)
9. Skála (5 stig)
10. B68 (5 stig)


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder