Fótbóltur

Samuel Chukwudi á vikulið fyri bestu deildina í Eysturríki

Avrikið hjá føroyska miðverjanum í útisigrinum í Tirol var so mikið sannførandi.

Samuel Johansen Chukwudi spældi í tveimum landsdystum herfyri - hann og SV Reid byrjaðu væl eftir drúgvsa landsliðssteðgin (Mynd: Sverri Egholm)

Samuel Johansen Chukwudi spældi í tveimum landsdystum herfyri - hann og SV Reid byrjaðu væl eftir drúgvsa landsliðssteðgin (Mynd: Sverri Egholm)

2026-10-13 10:44 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Eftir drúgva landsliðssteðgin er Samuel Johansen Chuwkudi aftur í Eysturríki, og føroyski miðverjin avrikaði so mikið væl í dysti leygardagin, at havnarmaðurin kom á vikuliðið hjá stóra eysturríkska miðlinum Kronen Zietung (Sportkrone)

[object Object]Teir, sum stóðu seg best í 8. umfari í Bundesliguni í Eysturríki. Chukwudi sum ein av miðverjunum (Mynd: Sportkrone Austria)

Fyrsta uppgávan hjá Samuel og teimum eftir steðgin var  í Tirol. Har legði danin Nikolai Baden Frederiksen heimaliðið á odda við flottum frísparki, men SV Reid hevði vent tí fyri steðgin og vann eisini 2-1.

Sí almennu hæddarpunktini her

Tað eydnaðist væl at verja fyri, og tað sæst aftur í vikuliðnum hjá stóra Sportkrone, sum bæði hevur 23-ára gamla føroyingin og SV Reid-málverjan Andreas Leitner á vikuliðmnum. Leitner hevur spælt fleiri flottar dystir í ár, og Reid er á 6. plássi í bestu deildini í Eysturríki.

Talan er um deild, sum er styrkismett sum nummar 17 í Evropa. Og Samuel Chukwudi spælir 90 minuttir har hvørt umfar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder