Annað

Sandavágs Talvfelag á odda 

Vágamenn eru fremstir í landskappingini í talvi, nú tvey umfør eru farin. Føroyameistarnir úr Havnar Telvingarfelag hava havt minni góða byrjan, og eru í løtuni á triðja plássi.

2025-10-28 06:57 Author image
Innsent
placeholder

Sunnudagin vórðu dystirnir í øðrum umfari í landskappingini í talvi spældir.

1.deild - 2. umfar:

Sandavágur (A) - Havnin (B) 2½ - 1½
Rógvi Egilstoft - Herluf Hansen ½ - ½
Høgni Egilstoft Nielsen - Petur G. Magnussen 1 – 0
Jón í Horni Nielsen - Flóvin Matras Tummasarson 0 – 1
Silas Eyðsteinsson - Margar Berg 1 - 0

Rógvi Egilstoft, sum búleikast í Spania, var heima og tí kærkomin styrkur sunnudagin. Her var helst størri sigur enn so væntandi, men unga havnarliðnum eydnaðist at fáa hálvtannað stig. Nýggi maðurin á liðnum – klaksvíkingurin Flóvin Matras Tummasarson – vann annan dystin á rað, og hevur tí fingið eina flúgvandi byrjan saman við havnarmonnum. Herluf Hansen telvaði klókt og skilagott og spekti soleiðis Rógva, sum telvaði so væl í EM, til eitt friðarligt remis. Føroyameistarin Høgni Egilstoft – 1. borð á EM-landsliðnum, men 2. borð hjá Sandavágs Talvfelag – hevur vunnið í báðum dystum higartil.

Klaksvík (B) - Havnin (A) 1½-2½
Steintór Rasmussen - Luitjen A. Apol 0-1
Finnbjørn Vang - Carl Eli Samuelsen 0-1
Wille Olsen - Sjúrður Thorsteinsson 1-0
Tummas M. Sólsker - Elias Petersen ½-½

Tepur sigur til FM-liðið hjá Havnini. Nú vóru bæði Carl Eli og Sjúrður við aftur, men framvegis eingin Helgi Dam Ziska. Hetta kundi verið tiltrongd venjing uppundir smálandakappingina, sum byrjar um fáar vikur, tí stórmeistarin hevur einki kappingartalv havt í meira enn eitt hálvt ár. Elias Petersen og Jón í Horni Nielsen, sum báðir fara við til smálandakappingina á Kýprós, hava fingið trilvandi byrjan í landskappingini.

Sandavágur (2) - Klaksvík (A) 2-2
Torkil Nielsen - Ólavur Simonsen 0-1
Bernhard Augustinussen - Rani Baldursson ½-½
Jón Atlason - Heðin Gregersen 1-0
Ingi Wiberg - Terji Petersen ½-½ 

Her vóru klaksvíkingar vælsaktans favorittar, men munurin á fleiri av liðunum er helst ikki størri enn eitt vist. Javnleikurin vísir, at roknast kann við harðari kapping millum tey trý B-liðini, sum helst fara at stríðast sínamillum um at lívbjarga sær í deildini.

Útsettur dystur í 1. umfari

Sandavágur (A) - Sandavágur (B) 3½-½
Høgni Egilstoft Nielsen - Bernhard Augustinussen 1-0
Jón í Horni Nielsen - Jón Atlason ½-½
Silas Eyðsteinsson - Ingi Wiberg 1-0
Torkil Nielsen - Gutti Petersen 1-0

Her fekk A-liðið hjá vágamonnum júst ta byrjanina, ið teir høvdu vónað.

Støðan í 1. deild
1. Sandavágur (A) 6 stig
2. Klaksvík (A) 5
3. Havnin (A) 4½
4. Havnin (B) 3½
5. Sandavágur (B) 2½
6. Klaksvík (B) 2½

[object Object]Sandavágs Talvfelag hevur tvey lið í fremstu deildini. A-liðið er á odda

Kollfirðingar góða byrjan

Kollfirðingar, sum vóru júst ov stuttir í 1. deild í fjør, eru fremstir, men munurin er ikki stórur eftir fyrstu umførini. Sunnudagin var fyrrverandi føroyameistarin Hans Kristian Simonsen á 1. borði og vann.

Sundalagsmenn vunnu á toftamonnum. Bergur Magnussen sást aftur við talvborðið. Hann vann saman við Sámal Christiansen, Gunnar Joensen og Fróða Zachariassen. Einasti á toftaliðnum, sum vann, var Bogi Ziska.

2.deild – umfar
Havnin (A) - Klaksvík 1-3
Rókur - Toftir 2½-1½
Havnin (B) - Kollafjørður 2-2

Støðan í 2. deild
1. Kollafjørður 5½ stig
2. Havnin (B) 5
3. Klaksvík 5
4. Toftir 3½
5. Rókur 3
6. Havnin (A) 2

Nógvir um boðið

Hugsast kann, at fleiri liggja framvið í 3. deild. Vestmanna og Gøta hava sterka siðvenju í talvi, og munnu tí stremba eftir at vinna seg upp úr deildini. 

Vestmenningar eru í løtuni á øðrum plássi. Á liðnum sóust bæði Samson Højgaard og Jón Mikkelsen, men teir taptu fyri runavíkingum, sum í sínum lagi høvdu roynda og góða manning sunnudagin – Eyðun Lamhauge, Rúni Jacobsen, Meinhard Danielsen og Henrik W. Joensen. 

Gøtumenn við veteranunum Jákupi F. Joensen og Petur Páll Mikkelsen vunnu á Sandavági, men fremstir eru kortini kollfirðingar. Karl Marius Dahl, sum í fjør royndist væl í 1. deild, eigur at muna væl í 3. deild, men á 1. borði situr Ingi Højsted, fyrrverandi fótbóltsspælari í B36 og á landsliðnum. Hoyvíkingurin hevur tikið seg væl fram, síðani hann byrjaði at telva fyri nøkrum árum síðani, og hesin framburðurin stendur støðugt við.

3. deild - 2. umfar
Sandavágur - Gøta 1½-2½
Kongshavn - Vestmanna 2½-1½
Klaksvík - Kollafjørður 0-4

Støðan í 3. deild
1. Kollafjørður 7½
2. Vestmanna 5
3. Sandavágur 4
4. Gøta 3
5. Kongshavn 3
6. Klaksvík 1½

Suðuroyingar á odda
Liðini í 4. deild eru skift sundur í tveir bólkar. Her er vert at geva gætur, at felagið í Suðuroy er á odda í sínum bólki. Eyðun Nolsøe sat sunnudagin á 1. borði, íslendingurin David Gudnason á øðrum borði, maður av balkanskum uppruna var á 3. borði, so hetta sær mikið spennandi út.

4. deild (A) - 2. umfar
Strendur - Rókur 0-4
Toftir - Havnin 1½-2½
Sandavágur - Gøta (útsettur)

4. deild (B) - 2. umfar
Suðuroy - Rókur 3-1
Sandavágur - Kongshavn 3½-½
Kollafjørður - Havnin 0-4

Støðan í 4. deild (A-bólkurin)
1. Rókur 6 stig
2. Havnin 5½
3. Toftir 3
4. Sandavágur 2½
5. Gøta 2
6. Strendur 1

Støðan í 4. deild (B-bólkurin)
1. Suðuroy 7 stig
2. Sandavágur 6½
3. Havnin 5½
4. Rókur 4
5. Kongshavn 1½
6. Kollafjørður 0

Triðja umfar
Triðja umfar verður annað vikuskiftið. Tá verður telvað soleiðis í 1. deild:

1.deild - 3. umfar (9. november)
Klaksvík (A) - Sandavágur (A)
Havnin (A) - Sandavágur (B)
Havnin (B) - Klaksvík (B) 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder